Dánjal og ÍBV taptu triðju finaluna sera tepurt

ÍBV mundi aftur skelkað favorittarnar úr Vali í kvøld

Dánjal Ragnarsson skoraði tvey mál tá lið hansara, ÍBV leikti ta triðju meistaraskapsfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini á Hliðarenda í Reykjavík í kvøld.

 

Heimaliðið, Valur var favorittur, men ÍBV gav heimaliðnum ein skarpan gang. Valur vann sera tepurt dystin 31-30. Tá níggju minuttir vóru eftir var ÍBV á odda við trimum málum, men Valur hevði ein betri endaspurt.

 

Gongdin í dystinum: 4:3, 10:6, 12:9, 13:11, 15:14, 17:17, 19:18, 20:20, 23:22, 23:26, 27:28, 31:30.

 

Valur er nú á odda 2-1 í finaluuppgerðunum, har spælt verður best av fimm dystum. 

 

Fjórða finalan verður spæld á Heimey komandi leygardag klokkan 17. ÍBV má vinna finaluna fyri at fáa eina fimtu og avgerandi finalu á Hliðarenda í Reykjavík.