Dánjal og Janus eru íslandsmeistarar

ÍBV vann fimtu meistaraskapsfinaluna á Haukum

Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus eru íslandsmeistarar í hondbólti 2023.

 

Í kvøld leikti liðið hjá Dánjali og Janusi, ÍBV fimtu meistaraskapsfinaluna móti Haukum.

 

ÍBV vann dystin 25-23 aftaná at hava verið á odda 11-10 í hálvleikinum.

 

Tá 10 minuttir vóru eftir var ÍBV á odda 22-17. Løtu seinni var støðan 22-20, men tað eydnaðist ÍBV at halda leiðsluna restina av dystinum. 

 

ÍBV vann sostatt finaluuppgerðina samlað 3-2.

 

Sambært Morgunblaðnum er ein garvill feiring av meistaraheitinum í gongd úti í Heimey.

 

Janus skoraði eitt mál fyri ÍBV í kvøld.

 

Miðlahúsið ynskir Dánjal og Janus hjartaliga tillukju við meistaraheitinum.