Løgreglan í Keypmannahavn leitar eftir 27 ára gamla Mohammad Ayoub Jahangery. Hann er undir illgruna fyri at hava dripið konu sína. Hetta skrivar BT í dag.
Konan var funnin í íbúð teirra í Hedehusene sunnunáttina. Løgreglan heldur, at kvinnan er dripin millum 6. og 8. november. Hedehusene liggur millum Roskilde og Taastrup.
Av tí at deyðsfallið ikki var undir illgruna frá byrjan av, varnaðist løgreglan ikki málið fyrenn um vikuskiftið og í dag, eftir líkskoðanina, kom løgreglan til, at talan allar helst er um eitt morð.
Maður konuna er burtur, og verður hildið, at hann hevur dripið konu sína. Grundlógaravhorying var í dag, hóast maðurin ikki er funnin enn. Hetta hevur við sær, at um maðurin er rýmdur av landinum kann løgreglan seta altjóða handtøkuboð á mannin. Verður maðurin funnin innan 7. desember, skal hann í rættin innan 24 tímar eftir hann er handtikin.