Við bara einum stigi í trimum dystum í bólkaspælinum má Danmark nú fara beim úr HM í Qatar. - Myndie: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danmark á veg heim úr Qatar

Danmark tapti ímóti Avstralia, og harvið er HM ævintýrið hjá dønum liðugt

Við bara einum stigi í trimum dystum í bólkaspælinum má Danmark nú fara beim úr HM í Qatar. - Myndie: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danmark er nú úti úr heimsmeistarakappingini í fótbólti eftir at hava tap 0-1 ímóti Avstralia í síðsta dystinum í bólkaspælinum.

 

Fyri danir er hetta ein skuffandi kapping í Qatar, har Danmark longu má heim eftir bólkaspælið eftir eitt avrik, sum er niðan fyri støðið, sum danir eru vanir við.

 

Kasper Hjulmand og menn hansara fóru aftur av vølli uttan stig, tá eitt sannførandi avstralskt lið vann 1-0 við einum kontramáli, sum Mathew Leckie setti í málið í 60. minutti.

 

Harvið endar Danmark á einum fjórða plássi í  bólkinum við Frankaríki, Avstralia og Tunis. Danmark hevur bara eitt stig og bara skorað eitt mál. Avstralia fer saman við Frankaríki víðari í ottandapartsfinalurnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Við bara einum stigi í trimum dystum í bólkaspælinum má Danmark nú fara beim úr HM í Qatar. - Myndie: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix