Danmark basti Eysturríki

Eysturríki gjørdi tað, teir vóru mentir men tað var ikki nóg mikið til at knógva sterka danska liðnum. Serliga álopsparturin hjá Danmark royndist væl ? ikki minst stóran partar av fyrra hálvleiki.

Ikki tí, Danmark hevur sanniliga eisini okkurt at arbeiða við til næstu dystirnar. Serliga miðverjan hevur sæð betri dagar hjá Danmark.

 

Ulrik Wilbek, danskur landsliðsvenjari, segði seg eisini vera væl nøgdan eftir dystin.

? Eg havi alla tíðina havt eina kenslu av, at vit fóru at vinna dystin og tað er gott, at vit gjørdu tað. Eysturríki skal tó hava rós fyri at spæla ein flottan hondbóltsdyst, segði Ulrik Wilbek við TV2 eftir dystin.

 

Danskur toppskjútti var Thomans Mogensen, sum gjørdi sjey mál, umframt at hann vann trý brotskøst og átti seinastu avleveringina áðrenn fleiri donsk mál.