Danmark: Deyv fáa ikki arbeiði

Bert 48 % av teimum deyvu í arbeiðsførum aldri eru í arbeiði í Danmark. Hetta ynskir landsfelagið hjá teimum deyvu at gera nakað við. Í Føroyum er støðan nakað øðrvísi, skilst Landsfelagið hevur tí gjørt eina kampagnu sum eitur ?Grib chansen - slip fordommene?. Kampagnan setur fokus á, at tað hóast alt ikki er so torført at tosa saman sum hoyrandi og deyvur.

Hetta sama vísti eisini Høgni Højgaard úr Runavík á í eini grein í Sosialinum fyrr í vikuni.

Hóast sín deyvleika hevur hann bæði arbeiði, unnustu og í mangar mátar eitt vanligt lív. Aftrat hesum var hann formaður í føroyska Deyvafelagnum.

Hann tók soleiðis til í blaðsamrøðuni:

- Hóast vit tosa okkara okkara deyvamál og tey hoyrandi sítt tungumál, kunnu vit saktans tosa saman. Einasta treytin er, at viljin til at skilja hvønn annan er til staðar.

Danska landsfelagið hevur gjørt eina kanning sum vísir, at 57 % av teimum hoyrandi sum royndu at samskifta við ein deyvan mettu, at ta gekk væl.

Eisini vísir kanningin, at hoyrandi sum hava roynt at samskifta við ein deyvan, og har tað hevur gingi væl, ikki eru so bangin fyri at arbeiða saman við einum deyvum.