Hóast tær nýggju roykireglurnar liggur Danmark illa fyri, tá talan er um at fyribyrgja royking. Danmark er á sama støði sum Litauen, Ungarn, Polen og Letland. Danmark fær nevniliga dumpi-karakter fyri arbeiði teirra og tað hjá 30 øðrum londum. Danir liggja á einum 20. plássi.
- Hetta er eitt keðiligt úrslit, siga umboð fyri danska Kræftens Bekæmpelse. Roykireglurnar eru ikki nóg góðar.
Kanningin metir um tey einstøku londini út frá prísinum á tubbaki, lóggávuni um roykfrí umhvørvi, almennar útreiðslur til tubbaksfyribyrging og hjálp hjá fólki at leggja av at roykja.
Stórabretland er ovast á listanum, og beint í hølunum á teimum eru Írland, Ísland og Noreg. Niðast á listanum eru Týskland, Eysturríki og Grikkaland.