Danmark vann 34-29 á Frankaríki og skriva HM søgu

Danmark vann 34-29 í HM finaluni og tryggjaði sær gull fyri triðju ferð á rað.

 

Danmark í kvøld triða heimsmeistaraskapið á rað. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danska manslandsliðið í hondbólti hevur skriva altjóða hondbóltssøgu. Vit finalusigri á 34-29 á Frankaríki vann Danmark sum fyrst tjóð nakrantíð HM gull fyri triðju ferð á rað.

Nikolaj Jakobsen hevur harvið framvegis ongantíð tapt ein HM dyst sum danskur landsliðsvenjari. Hann hevur nú havt ábyrgdina av 28 dystum.

Tá avrikið er hátíðarhildið í Stokkhólmi, vendir gullliðið heim til fagnað í Keypmannahavn í morgin seinnapartin.

Tað er eitt lið við góðari blanding av royndum kreftum og ungum stórtalentum, sum nú geva lyfti um, at danska stórtíðin kann halda fram.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Finalan var eisini tað stjóra showið hjá Rasmus Lauge. Eftir at hava havt trupulleikar reistist hann aftur sum heimsstjørna við einum ótrúligum avrikið í øðrum hálvleiki.

Lauge tók yvir høvuðsleiklutin frá Simon Pytlick, sum hevði verið tann vandamiklasti hjá Danmark. Í størsta dystinum á yrkisleiðini vísti hann seg púra óræddan ímóti royndu donsku bakketuni.

Fjónska stórtalentið skoraði einsamallur seks ferðir í fyrra hálvleiki. Tað skal tó sigast, at franski málmaðurin Vincent Gerad ikki gjørdi nógv fyri at steðga danska málstreyminum.

Pytlick og Mathias Gidsel slitu í tí, og tað var eitt gott tekin, tá bæði Lauge og Niclas Kirkeløkke við tveimum skoringum hvør mintu franskmenninar á, at teir eisini skulu hugsa um aðrar enn teir báðar ungu stórspælararnar.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Mitt í fyrra hálvleiki var Danmark frammanfyri 12-7, men so vendi eitt sindur fram ímóti steðginum.

Frankaríki hevði hepni við einum málmansskifti, og í hinum endanum fekk danska verjan størri trupulleikar við franska krosspælinum og dugnaligu strikuspælarunum.

Í hálvleikinum var leiðslan tódnað til 16-15, og Frankaríki hevði spælt seg rættiliga innaftur í dystin.

 

##med8##

 

##med9##

 

Tað var óvanligt at uppliva Mikkel Hansen spæla ein hálvleik uttan at skora. Tann royndi stórskjúttin gjørdi alt fyri at spæla liðfelagar fríar og sat á beinkinum, tá seinni hálvleikur byrjaði.

Lauge tók yvir leiklutin sum leiðari og tók lessið í seinna hálvleiki. Hann var málsøkin og hevði fysiskt pondus, sum liðinum tørvari, og endaði sum toppskorari við 10 málum.

Tá Landin kom aftur á vøllin í støðuni 32-29 og bjargaði einum fronskum brotskasti tveir minuttir fyri tíð, sløknaði vónin hjá Fraklandi. Eftir var bara at bíða, til tíðin fór, so danski fagnaðurin kundi hoyrast í Tele2 Arena.

/ritzau/

 

Frakland-Danmark 29-34 (15-16)

 

Frakland: Nedim Remili 6, Dika Mem 5, Melvyn Richardsson 4, Ludovic Fabregas 3, Elohim Prandi 3, Nicolas Tournat 3, Yanis Lenne 2, Romain Lagarde 1, Kentin Mahé 1, Dylan Mahe 1.

Bjargingar: Vincent Gerard 4, 16% – Remi Desbonnet 3, 19%.

Danmark: Rasmus Lauge 10, Simon Pytlick 9, Mathias Gidsel 6, Magnus Saugstrup 2, Niklas Kirkeløkke 2, Mads Mensah 2, Simon Hald 1, Emil Jakobsen 1, Mikkel Hansen 1.

Bjargingar: Niklas Landin 7/1, 28% – Kevin Møller 3, 27%.

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

Danmark í kvøld triða heimsmeistaraskapið á rað. - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix