Alt bendir á, at samráðingarnar um eina nýggja stjórnarsamgongu í Danmark enda í dag, og at Helle Thorning-Schmidt so kann fara til drotningina seinnapartin at boða henni frá, at hon er til reiðar at skipa stjórn. Síðani fer verandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, á Amalienborg at vátta fyri drotningini, at Helle Thorning-Schmidt hevur ikki meiriluta ímóti sær í Fólkatinginum, og at hon tí kann skipa stjórn. So sendir drotningin boð eftir sosialdemokratiska formanninum og letur hnni upp í hendi at skipa stjórn.
Verða hesi formligu viðurskiftini avgreidd í dag sum væntað, fer Helle Thorning-Schmidt væntandi at kunngera sín ráðharralista í morgin ella í seinasta lagi týsmorgunin, áðrenn Fólkatingið fer undir eina nýggja setu.
Tað ljóðar, at 23 ráðharrar skulu manna ta nýggju stjórnina. Sosialdemokratarnir fáa 11 og Tey Radikalu og Sosialistiski Fólkaflokkurin hvør sínar seks.