info
Ongi úrslit

Danmark floppaði í Katar – Avstralia víðari

HM 2022: Danmark skal heim. Tað er greiða niðurstøðan, eftir at Avstralia vann 1-0 í dag

Tróndur Arge
30. november 2022 kl. 17:10

“Vit skulu ikki heim, vit skulu víðari” er ein setningur, sum dankarar brúka í sigursrúsi, tá teir hava vunnið til eitt endaspæl. Í dag kann tann setningurin ikki brúkst til nakað, tí Danmark skal heim eftir tríggjar vánaligar dystir í Katar.

Avstralia er víðari við einum 1-0 sigri á Danmark, sum als ikki hevur spælt upp til sítt besta í Katar. Tunesia royndi eisini sítt og vann á Fraklandi, men tað er ikki nokk.

Avstralia – Danmark 1-0 (1-0)

1-0 Mathew Leckie, 60

Sjálvsálitinum bilti einki, tá Danmark fór á vøllin í Katar í dag. Kasper Hjulmand og hansara menn skuldi bara líka vinna á Avstralia, men so lætt gekk tað ikki. Meginparturin av donsku spælarunum, sum hava verið í stórformi seinastu tvey árini, spældu ikki upp til sítt besta.

Tað gekk illa at skapa møguleikar og ein stjørna sum Christian Eriksen spældi uttan yvirskot. Avstralia hevði lítið at hótta við, men sum dysturin gekk komu málmøguleikar eisini hinvegin. Ein teirra fekk Mathew Leckie ein møguleika og sendi bóltin flatt í málið.

Danmark megnaði ongantíð at reisa seg og heildarmetingin av hesum HM-endaspælinum, verður eitt stórt vónbrot.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Tunesia – Frakland 1-0 (0-0)

1-0 Wahbi Khazri, 58

Frakland var víðari sum bólkavinnari undan hesum dystinum. Tað sást á liðuppstillingini, har kanska ein ella tveir kunnu rokast sum vanligir startarar. Setningurin hjá Tunesia var greiður. Bara ein sigur kundi brúkast.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki kom stóra løtan hjá Tunesia, tá Wahbi Khazri bleiv leysur í brotsteiginum og skoraði. Í hesi løtuni var Tunesia á veg víðari, men løtu seinni skoraði Avstralia í dystinum móti Danmark, sum merkir at Tunesia ikki kemur víðari, hóast flotta sigurin í dag.

Bólkur D:

1: Frakland 6

2: Avstralia 6

3: Tunesia 4

4: Danmark 1

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

Í gjár kl. 22:59

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

10. november kl. 22:37

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

11. november kl. 13:05

Hvør lutur verður gjørdur við stórum nærlagni

13. november kl. 08:07

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Løgreglan stongdi skeinki­stað eft­ir klagu um harð­an tónleik

59 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hvar eru fakfeløgini, tá ið arbeiðsfólkið skal verja sínar pengar?

1 tími síðan
Tíðindi

Tvey fluttu pengar í PlayStation-sviki

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger

2 tímar síðan
Tíðindi

Motorar til Smyril fyri 74 milliónir vórðu ikki bodnir út

3 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Dómarin dømdi Føroyar-Spania á Tórsvølli í 2019

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar deila eitt javnleiks-met við tvey onnur landslið

11 tímar síðan
Tíðindi

Partrolarapørini eru øll til fiskiskap

12 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Danmark smurdi Portugal av

12 tímar síðan
Tíðindi

Demokratur vinnur guvernørvalið í Alaska

13 tímar síðan
Fótbóltur

B68 hevur sett nýggjan venjara

14 tímar síðan
Tíðindi

Sjey frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

14 tímar síðan