Sera óvæntað vann Frakland móti dupultu heimsmeistarunum, Ruslandi, í einum dysti, har fraklendingarnir alla tíðina vóru omaná.
Tann dysturin, sum var hin fyrsti av fýra fjórðingsfinalum í dag, endaði sum nevnt við fronskum sigri, 25-23, eftir at Frakland hevði verið á odda í hálvleikinum, 13-12.
So spennandi var tað ikki í næstu fjórðingsfinaluni millum Angola og Danmark. Danmark kom skjótt á odda, og førdi eisini 15-11 í hálvleikinum.
Men meðan Danmark hevði ein leikara útvístan mitt í seinna hálvleiki, fór Spellerberg heilt óskiljandi inn á vøllin, og tað kostaði enn eina útvísing, so Danmark í meiri enn hálvanannan minutt spældi fýra móti seks.
Hetta kostaði dýrt, tí hesa løtuna kom Angola frá 15-20 upp á 19-20.
Men tað vísti seg kortini ikki at gerast avgerandi, tí Christina Pedersen fann stórspælið fram aftur, eftir ein sera vánaligan fyrra hálvleik. So tá avtornaði, stóð 28-23 á máltalvuni, og Frakland bíðar í hálvfinaluni.
Og tað er kanska ikki so galið, tí sambært dansja venjaranum, Jan Pytlick, so tapir Danmark sjáldan móti Fraklandi um enn teir hesaferð mugu roknast sum favorittar.
Seinastu fjórðingsfinalurnar verða spældar nú klokkan 19.15, tá Noregi møtir Kroatia, og klokkan 22.00 Brasilia-Spania. Hesar fjórðingsfinalurnar kunnu síggjast beinleiðis á TV2 Sport.