Danmark í hálvfinaluna ímóti Spania

Danmark er í hálvfinaluni í EM-hondbóltskappingini í Serbia. Danir vunnu fyri løtu síðani ein rættiliga greiðan sigur á svium og tryggjaðu sær harvið hálvfinaluplássið.

 

Dystin ímóti svium vunnu danir við 31 málum ímóti 24 eftir hálvleiksstøðuna 18-11. Danir løgdu seg á odda longu frá byrjanini, og í veruleikanum var tað ongantíð nakar ivi um, hvønn veg tað bar.

 

Samstundis sum danir vunu á svium, vunnu spaniumenn á slovenum 35-33 í hinum bólkinum, og tað ber í sær, at Danmark og Spania møtast í aðrari hálvfinaluni. Hin verður ein grannauppgerð ímillum vertslandið Serbia og Kroatia. Hálvfinalurnar verða fríggjadagin.