Danmark heimsmet í skatti

Ein uppgerð hjá ES-nevndini vísir, at Danmark hevur tað størsta skattatrýstið í heiminum Sambært uppgerðini er danska skattatrýstið 48,7 prosent, og í hølunum á Danmark kremur Svøríki við 48,3 prosentum.

Danska kringvarpið sigur, at skattatrýstið í ES-londunum er sum heild størri enn aðrastaðni í heiminum, og tí er niðurstøðan, at Danmark hevur heimsins størsta skattatrýst.

Hinvegin liggur Danmark miðskeiðis í yvirlitinum, tá talan er um partafelagsskatt. Tann danski er 25 prosent, men Danmark kann tó ikki kappast við Bulgaria, Kýpros og Írland, har partafelagsskatturin er ávikavist 10, 10 og 12,5 prosent.