Danmark hevur staðfest Geneve-sáttmálarnar og hevur tí skyldu at gera sítt til, at hini londini, ið hava staðfest sáttmálarnar, halda teir, men skiftandi danskar stjórnir hava ikkið tikið hesa skylkduna í álvara.
Tað skrivaði aðalskrivarin í Reyða Krossi í Danmark, Jørgen Poulsen, í einari grein í blaðnum Informatión í gjár.
Hann Jørgen Poulsen heldur, at síðani tann 11. september í 2001 hava tey mentaðu og demokratisku londini ikki verið so íðin eftir at halda tær mest grundleggjandi reglurnar um mannavirði og mannarættindi. Úrslitið er, at nú er tað rætturin hjá tí sterka, sum ræður.
Tað er ikki ofta, at Reyði Krossur í Danmark finst at donsku stjórnini, men Jørgen Poulsen skrivar, at hann kann ikki tiga longur.
? Tøgn er ikki eitt eyðkenni hjá Reyða Krossi. Vit tiga, um tað tænir ofrunum best, men vit tosa, um tað er betur. Vantandi virðingin fyri hesum lógunum er vorðin slík, at eg fái í hvussu er ikki tagt longur, skrivar aðalskrivarin í danska Reyða Krossi í greinini.