Danmark hitaði upp til HM við tveimum stórsigrum

Danska kvinnulandsliðið í hondbólti vann í vikuskiftinum undan HM-endaspælinum tveir stórsigrar á Brasil

 

Mynd: Scanpix

Í annaðkvøld byrjar HM í hondbólti hjá kvinnum. Kappingin verður avgreidd í Danmark, Noregi og í Svøríki. 

 

Danmark, ið fer at spæla sínar innleiðandi dystir í Jydske Bank Boxen høllini í Herning er í bólki saman við Serbia, Chile og Romenia.

 

Danmark byrjar HM-endaspælið komandi fríggjakvøld klokkan 19.30 við dysti móti Rumenia.

 

Í vikuskiftinum hitaði Danmark upp til HM-endaspælið við tveimum venjingardystum móti Brasil.

 

Danmark vann stórsigur í báðum dystunum. Fyrra dystin vann Danmark 33-16 (16-7), og seinna dystin vunnu donsku kvinnurnar 34-24 (17-12).

 

Danmark verður mett saman við Fraklandi at hava ein møguleika at geva verandi HM-vinnarunum, Noregi ein skarpan gang í stríðnum um HM-gullið.

 

HM-hópurin hjá Danmark:

 

 

 

Málverjar: 

Sandra Toft (Györ)

Althea Reinhardt (Odense)

Anna Kristensen (Esbjerg)

 


Strikuspælarar:

Rikke Iversen (Esbjerg)

Sarah Iversen (Ikast)

Kathrine Heindahl (Esbjerg)

 


Vengur: 

Andrea Aagot Hansen (Odense)

Trine Østergaard (CSM Bucuresti)

Emma Friis (Ikast)

Elma Halilcevic (Odense)

 


Bakkar:

Anne Mette Hansen (Metz)

Kristina Jørgensen (Metz)

Mie Højlund (Odense)

Simone Petersen (Ikast)

Louise Vinter Burgaard (Metz)

Line Haugsted (Györ)

Helena Elver (Odense)

Julie Scaglione (Ikast)

 

Mynd: Scanpix