Danmark kann enda sum Ísland

Vandi er fyri, at húsagangurin hjá Fjordbank Mors kann fáa avleiðingar fyri alt tað danska bankakervið, og at umdømið hjá tí danska bankakervinum fer at líkjast tí hjá teimum íslendsku bankunum.

Tað sigur stjórin í felagsskapinum Lokale Pengeinstitutter, Jan Kondrup, við Børsen í dag.

-Tað almenna er í ferð við at seta Danmark í eina støðu, har vit enda sum Ísland, har kreditmetingin hjá bankunum er sera lág, sigur Jan Kondrup við blaðið. Hann sigur seg ivast í, um politikararnir skilja avleiðingarnar.

-Framferðin í sambandi við Fjordbank Mors bøtir ikki um umdømið, og tað kann taka langa tíð, áðrenn umheimurin aftur fær eina jaliga uppfatan av tí danska marknaðinum, sigur Jan Kondrup við Børsen.