U21 landsliðini hjá Íslandi og Danmark møtast í dag í seinna play-off dystinum um at sleppa við til EM.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur í Danmark í síðstu viku, endaði við málleysum 0-0 javnleiki. Og tað ber ikki til at siga, at danir ikki eru ávaraðir móti íslendingum.
Tað var eisini til seinastu U21 EM kapping, at Danmark bert skuldi hava javnleik móti Íslandi, fyri at koma sær víðari, men Ísland - við ongum stigi - gjørdi ikki mætari enn at vinna á Danmark 3-2, so vertirnir ikki kláraðu at koma sær víðari úr bólkaspælinum.
Nú hittast liðini so til seinna play-off dystin, og hóast danir ikki megnaðu at skora á heimavølli, so hava teir kortini longu ogna sær bitan. Danski venjarin hevur verið alment úti og sagt, at Ísland ikki megnar at skora.
Klokkan 17.15 byrjar tann dysturin á sama Laugardalsvølli, har Ísland í gjárkvøldið smurdi Holland av. So fáa vit at síggja, um danski venjarin fær rætt.