Statens Seruminstitut veit í dag at siga, at 263 nýggir koronu-tilburðir vórðu staðfestir í Danmark seinasta samdøgur.
Hetta er lægsta smittutal síðan hin 29. juni í ár, tá 243 fólk vórðu staðfest smittað í eitt samdøgur.
Tey smittaðu seinasta samdøgur eru funnin í tilsamans 26.853 koronu-royndum, har fólk vera potað í hálsinum.
Talið av fólki, sum í løtuni liggja á sjúkrahúsi við koronu í Danmark, er óbroytt siðan sunnudagin, og talið er 125.
Av hesum liggja 30 á intensivari deild, harav 19 liggja í respiratori.
Trý fólk doyðu við koronu á donskum sjúkrahúsum seinasta samdøgur, og tilsamans eru nú 2614 fólk í Danmark deyð við koronu.
73,4 prosent av fólkatalinum í Danmark hava nú fingið tvær koppsetingar, og hetta svarar til stívliga 4,3 miljónir fólk.