Ísland grætur um danskt tap

At Frakland í kvøld vann ímóti Danmark ber við sær, at Ísland ikki verður partur av hálvfinaluni

Mynd: polfoto

Tað sá leingi gott út hjá Danmark og harvið eisini hjá Íslandi, tá ið Frakland, sum í summar vann OL finaluna, og Danmark, sum í summar tapti OL finaluna, í Budapest dystaðust í síðsta dystinum í millumumfarinum í EM kappingini í hondbólti.

 

Eftir fyrra hálvleik var Danmark á odda 17 – 12 ímóti Fraklandi. Harvið var Danmark á veg ímóti sigri og fyrsta plássi í hesum millumbólkinum.

 

Og fyri Ísland hevði danskur sigur borið við sær, at tað varð Ísland og ikki Frakland, sum fríggjadagin skuldi spæla hálvfinalu.

 

Tað sá gott út hjá Danmark, inntil tað restaði eitt korter. Tá fekk Frakland um endan, og stútt og støðugt hølvaðu fraklendingar av donsku leiðsluni, sum inntil tá hevði verið seks, fimm og fýra mál. Seks minuttir undan leikloki var javnt, og so legði Frakland seg á odda. Tað tóktist ikki at vera meiri orka í dønum, og so vann Frakland 30 – 29.

 

Franski sigurin ber við sær, at Danmark fyri fyrstu ferð í hesi kappingini ikki vann. Franski sigurin ber eisini við sær, at Frakland er vinnari í bólkinum, og at Frakland í hálvfinaluni fríggjadagin skal spæla ímóti Svøríki, og at Danmark fríggjadagin skal spæla hálvfinalu ímóti Spania.

 

Íslendingar fylgdu væl við í kvøld. At teirra áhugi var stórur í hesum dystinum komst av, at Ísland vann seg í hálvfinaluna, um Danmark vann í kvøld. Soleiðis varð tað ikki. Íslendingar eru vónbrotnir, Morgunblaðið skýrir danska tapið fyri grátuligt fyri Ísland, sum nú fer at spæla ímóti Noregi um fimta plássið og beinleiðis luttøku í HM um eitt ár í Póllandi og Svøríki.

 

Tríggir av bestu donsku spælarunum – Mikkel Hansen, Mathias Gidsel og Magnus Saugstrup – vóru ikki við í kvøld. Teir hava spælt nógv og hvíldu seg til hálvfinaluna fríggjadagin.

 

Ísland og Noreg spæla um beinleiðis HM atgongumerki klokkan 14.30 fríggjadagin. Onnur hálvfinalan verður fríggjadagin klokkan 17, og hin verður klokkan 19.30. Tað verður avgjørt í morgin, nær dystirnir vera – Frakland –  Svøríki og Spania – Danmark.

 

Mynd: polfoto