Mikudagin klokkan 17 verður setanardysturin í HM-endaspælinum í manshondbólti, tá vertstjóðin, Egyptaland tekur ímóti Chile á heimavølli í Kairo, tó uttan áskoðarar.
HM-endaspælið verður avgreitt millum 13. og 31. januar. 32 lið skulu kappast í HM-endaspælinum hesaferð.
Hóast teir á heimavølli eru egyptar als ikki favorittar til at vinna HM-endaspælið.
Altjóða veddingarfyritøkur lata millum 19 og 26 í oddsum, at Egyptaland vinnur HM-endaspælið.
Favorittarnir hjá veddingarfyritøkunum eru Danmark, Noreg og Spania.
Oddsini uppá, at Danmark vinnur HM-gull liggja millum 3,75 og 4,00.
Oddsini uppá, at Noreg vinnur HM-gull liggja millum 4,25 og 5.00.
Gjøgnumsnitsoddsini uppá, at Spania vinnur HM-gull er 5,00.
Oddsini uppá, at Svøríki vinnur HM-gull liggja millum 31 og 41.
Veddingafyritøkurnar trúgva sera lítið uppá, at Ísland vinnur HM-gull. Oddsini uppá Ísland liggja millum 81 og 101.