Torkil V. Rasmussen, Stud.polit.
Danmark hevur síðstu dagarnar staðið fyri øgiligum muslimskum skotum og hatri, har myndir av danska forsætismálaráðharranum og danska flaggið eru vorðin brend framman fyri illum muslimskum byrsumonnum, sum vilja seta mark fyri, hvar Danmark, sum eitt tað mest sækulariseraða og fría samfelagið í heiminum, skal seta síni mørk viðv. sínum talu- og skrivifrælsi, skrivar Torkil V. Rasmussen
Tað vesturlendska skrivi- og talufrælsi eru nøkur av teimum mest grundleggjandi virðunum eitt modernað demokratiskt samfelag, sum Danmark, er bygt á.
Frá muslimskari síðu verður kravt, at danska stjórnin biður orsaka fyri tær myndir av profetinum Muhammed, sum danska blaðið Jyllands Posten almannakunngjørdi fyri nøkrum vikum síðani. Føroya løgmaður, Jóannes Eidesgaard, verður siteraður á internetportalinum Olivant:
»... tað er ein óheppin støða, Danmark er komið í, har man setir pressufrælsið so høgt, at onnur áhugamál verða skadd, sigur løgmaður, ið heldur, at danska stjórnin tí drálaði ov leingi, og at hon tí beinanvegin átti at meldað út, at hóast hetta vóru sjónarmiðini hjá Jyllands-Posten, so vóru hetta ikki sjónarmiðini hjá donsku stjórnin«.
Eg haldi ikki, at danska stjórnin drálaði ov leingi. Skal danska stjórnin hvørjaferð koma við útmeldingum, um fyritøkur og einstaklingar koma við úttalilsum ella tekningum, ið ikki hóvar einum minniluta ella bólki?
Um danska stjórnin velur at biða orsaka og geva sersømdir fyri, hvussu vítt fjølmiðlafrælsið skal fara, sum hevur verið nógv frammi í donskum fjølmiðlum, so hevur Danmark sum eitt frítt samfelag givið seg eftir muslimskum harraboðum, ið ikki ganga inn fyri teimum frælsunum, sum vesturheimurin er grundaður á. Frælsini verða boygd inneftur, sum merkir, at frælsini gerast avmarkaði til fyrimuns fyri ein ávísan samfelagsbólk, sum í hesum førinum er teir fundamentalistisku muslimarnar.
Eitt samfelag sum Danmark hevur langa siðvenju innan skemt og satiru, bókmentaliga, listarliga at seta ljós á nøkur álvarslig mál, sum t. d. islamistiska intoleransu í einum sækulariseraðum, demokratiskum samfelagi sum tað danska. Skal ein lóg smíðast, ella eitt lyfti gevast um, at slíkar tekningar ikki fara at endurtaka seg, hava muslimarnar í Danmark fingið eina sersømd. Skulu aðrir bólkar við minni intolerasu enn vesturlendski »normurin« loyvir, eisini fáa sersømdir? Hvussu langt inneftir skulu skrivi-, talu-, átrúnaðar- og hugsunarfrælsini boyggjast? Er tað ein ynskilig leið at ganga?
Gjøgnum eina sersømd t. d. ein lóg ella eitt alment lyfti, verða muslimarnir marginaliseraðir í danska samlagnum. Tað átti at verið ein sjálvfylgja, um fremmant fólk kemur til eitt land, at tey góðtaka, at soleiðis verða tingini uppfatað og gjørd í landinum, og um fólkini vilja liva í landinum, mugu tey innrætta seg umstøðurnar í landinum.
Um vit ímynda okkum Føroyar í somu støðu, skulu fólk tá kunna koma uttanífrá og siga okkum, hvussu langt vit skulu fara viðv. okkara frælsisidealum fyri ikki at niðurgera aðrar átrúnaðir ella hugsanir sum heild? Tað má vera teirra ábyrgd at liva eftir teimum lógum og ta toluransu, sum eitt vesturlendskt samfelag stendur fyri, um tey vilja búgva í einum.
Tey búskaparligi tiltøk, sum eru vend ímótí donskum útflutningsfyritøkum og tað hatur, ið er vent ímóti Danmark, setur starvsfólk hjá fyritøkunum í lívsvanda, samstundis sum fyritøkurnar tapa hundratals milliónir um dagin orsaka av búskaparligum revsitiltøkum. Revsitiltøkini vísa ta islamistisku intoleransuna fyri teimum vesturlendsku frælsisidealunum og ta ótøkk fyri teir møguleikarnar, ið vesturheimurin hevur givið islamskum flóttafólki og islamskum fólki, sum hava fingið friðskjól v. m. Allar teir møguleikarnar, ið eitt samfelag, sum tað danska, hevur givið hesum bólkum gjøgnum útbúgving, heilsu og aðrar almennar vørur og tænastur.
Tað er serliga undrunarvert og løgið, at eitt land sum Saudi Arabia setur seg á fremstu rók at rópa um, at Danmark ikki virðir islansku trúnna við at tekna andlitsmyndir av Muhammed profeti uttan at danska stjórnin ger nakað víðari við málið. Eitt samfelag sum Saudi Arabia, har kvinnur ikki sleppa á luttaka á arbeiðsmarknaðinum, ikki hava rættindi at atkvøða, har fólk vera tortureraði, skal forklára danska samfelagnum, hvat kann góðtakast, og hvat ikki kann. Skal eitt slíkt samfelag fortelja okkum vesturlendingum, hvat frælsi er, og hvar okkara mørk skulu setast? Skal eitt slíkt samfelag fáa altjóða stuðul í sínum búskaparligu sanktiónum móti donskum fyritøkum?
Skuldu vit ikki eisini sett eitt spurnartekin við avbrenningina av myndum av Anders Fogh Rasmussen og danska tjóðarmerkinum? Tað er ein minst líka álvarslig vanvirðing mótvegis okkara fólkaræði og donsku tjóðini.
Spurningurin, um danska stjórnin skal seta forboð móti slíkum tekningum er nógv meiri grundleggjandi, enn talan er um Allah, Muhammed ella onkran annan heilagan »figur«. Hettar er ein spurningur, um Danmark skal avmarka tey grundleggjandi frælsisidealir, sum vesturheimurin er bygdur á til fyrimuns fyri nøkrum fundamentalistiskum islamistum, ið hava heilt onnur virði enn vit vesturlendingar og heilt annað tilknýti til átrúnað og stjórnarskipan, enn vit eru von við.
Í slíkum føri er týdningarmikið, at eitt land sum Danmark stendur fast við ta avgerð, sum landið hevur tikið, og altjóða samfelagið stuðlar tí frælslynta vesturheiminum.