Donsku hondbóltskvinnurnar er nú í EM-finalu fyri fyrstu ferð síðani 2004. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark og Noreg í EM finalu í hondbólti

Tað eru somu spælarar, sum byrjaðu í dystinum í EM-hálvfinaluni hjá Danmark, sum byrja ímóti Noreg nú um eina løtu.

 

Donsku hondbóltskvinnurnar er nú í EM-finalu fyri fyrstu ferð síðani 2004. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Tað var einki sum kom óvart á hjá landsvenjaranum hjá donsku hondbóltskvinnunum, Jesper Jensen, tá hjálparvenjarin Lars Jørgensen almannakunngjørdi byrjunaruppstillingina hjá Danmark í finaluni ímóti Noreg.

Tað eru júst somu spælarar, sum eisini hava byrjað teir flestu dystirnar í EM og seinast í hálvfinaluni ímóti Montenegro, sum byrja spælið fyri Danmark.

Sandra Toft verjir málið, meðan Mie Højlund skal leiða álopsspælið sum playmakari.

Henni til hjálpar verður Anne Mette Hansen og Louise Burgaard á bakkunum, meðan Kathrine Heindahl, sum fyrr í dag varð kosin besti verjuspælari í EM, byrjar á strikuni.

Emma Friis, sum var einasti dani á EM allstar-liðnum, byrjar á vinstraveingi, meðan tann roynda Trine Østergaard tekur plássi á hinum veinginu.

Tá Danmark fer í verju, skiftir Mie Højlund pláss við Rikke Iversen, sum skal inn og stríðast ímóti teimum norsku í miðverjuni saman við Heindahl.

Tað sigur hjálparvenjarin Lars Jørgensen. Dysturin byrjar nú klokkan 19:30. Noreg skal verja EM heiðurin, meðan Danmark seinast vann gull í OL finalu í 2004

/ritzau/

 

 

Donsku hondbóltskvinnurnar er nú í EM-finalu fyri fyrstu ferð síðani 2004. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix