Danmark og Ísland bresta saman

Danir tryggjaðu sær annað plássið í sínum millumbólki, tá teir vunnu seinasta dystin ímóti Kekkia. Við hesum skulu teir møta Íslandi, sum tapti stórt í teirra seinasta dysti ímóti Týsklandi, í fjórðingsfinaluni

Lagt verður upp til eitt sat norðurlendskt brak, tá Danmark og Ísland bresta saman í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í manshondbólti. Hetta gjørdist greitt eftir seinasta umfarið í millumspælinum, har Danmark tryggjaði sær annað plássið í sínum bólki við sigri á Kekkia, meðan Ísland mátti taka til takkar við triðja plássið í sínum bólki eftir eitt stórtap í seinasta dystinum fyri vertunum úr Týsklandi.
 
Ísland er steðga upp
Undan seinasta dystinum í millumbólki 1 lógu trý lond jøvn í oddinum við seks stigum. Tey vóru Pólland, Týskland og Ísland, meðan Frakland lá í hølunum á teimum við fýra stigum.
Í seinasta umfarinum skuldu grannarnir úr Íslandi møta vertunum úr Týsklandi, so her var lagt upp til eitt sat brak, har vinnarin kundi tryggja sær annað plássi í bólkinum, meðan taparin mátti taka til takkar við triðja plássinum. Tó var greitt, at bæði liðini høvdu tryggjað sær víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar.
Týskland var liðið, sum kom betri í gongd. Eftir eina javna byrjan, har liðini fylgdust upp til 4-4, so leyp Týskland avstað. Fimm mál á rað syrgdu fyri eini tryggari leiðslu, og hesa øktu teir bara um undan steðginum. Tá liðini fóru til hálvleiks førdi Týskland við seks málum, so hetta sá ikki gott út hjá Íslandi.
Í seinna hálvleiki vóru íslendararnir heldur betri við í dystinum, men teir megnaðu ongantíð at hótta vertirnar, sum vunnu ein sannførandi 33-28 sigur.
Pólland kundi tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum, um teir vunnu síðsta dystin ímóti Slovenia, og har var slett eingin ivi. Pólland førdi við fýra málum í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki settu teir veruliga Slovenia uppá pláss. At enda vann Pólland við 11 málum, og sostatt tryggjaðu teir sær fyrsta plássið í millumbólki 1.
Í seinasta dystinum spældu Frakland og Tunesia ein fullkomiliga týdningarleysan dyst. Tunesia hevði ongan møguleika at koma víðari, meðan Frakland var endað á fjórða plássið, so tey høvdu bert æruna at spæla fyri. Frakland endaði við at vinna henda dystin við tveimum málum.
 
Danmark fekk triðja sigurin á rað
Undan seinasta dystinum í millumspælið 2 var snøgt sagt einki avgjørt. Kroatia lá væl fyri at vinna bólkin, og vunnu teir seinasta dystin ímóti Spania, so kundi Danmark við einum sigri tryggja sær annað plássið í bólkinum. Eisini var stórur spenningur til dystin millum Ungarn og Russland. Vinnarin av hesum dystinum slapp víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan taparin bleiv sligin út.
Fyrsti dysturin í bólkinum var ímillum Kroatia og Spania. Her førdi Spania stórt í fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks var munurin fimm mál. Í seinna hálvleiki raknaði Kroatia tó veruliga við, og nú byrjaðu teir at spæla sera góðan hondbólt. Hetta førdi við sær, at teir fangaðu Spania aftur um miðjan hálvleikinum, og í seinasta minuttinum megnaði Kroatia eisini at tryggja sær ein eitt mál sigur.
Nú hevði Danmark møguleika at tryggja sær annað plássi í bólkinum, og harvið møta Íslandi í staðin fyri Týsklandi í fjórðingsfinaluni. Uppskriftin var ein sigur á Kekkia, men tað byrjaði ikki væl hjá dønum. Kekkia legði seg nevniliga á odda 6-1 alt fyri eitt, og so noyddist danski venjarin, Ulrik Wilbek, at taka Time Out. Nú kom skil á spælið hjá dønum, og seint í hálvleikinum megnaði Joachim Boldsen at javna til 15-15 fyri Danmark. Undan steðginum megnaði Danmark eisini at leggja seg á odda, so nú sá gott út.
Í seinna hálvleiki var byrjanin tó aftur katastrofal. Kekkia  legði seg aftur á odda við einum máli, men nú vóru danir klárir, og ikki gekk long tíð, fyrrenn teir aftur hævdu vunnið sær eina trygga leiðslu.
Hesa hildu teir allan vegin, og at enda megnaði danir at vinna dystin 33-29, og so var greitt, at Ísland bíðar í fjórðingsfinaluni týsdagin.
Í seinasta dystinum í bólkinum spældu Ungarn og Russland lagnudyst. Undan dystinum var greitt, at vinnarin tryggjaði sær luttøku í fjórðingsfinalunum, meðan taparin var úti.
Tað var tó Ungarn, sum setti dagsskránna í fyrra hálvleiki. Teir vóru væl betri enn Russland, og hevði tað ikki verið fyri tvey brend brotskøst og onkran misnýttan møguleika, so kundi leiðslan verið størri enn tey trý málini, sum teir førdi í hálvleikinum.Í seinna hálvleiki kom Russland nógv betri við. Teir stríddust við øllum tí teir høvdu, og hetta gav úrslit. Teir komu uppá javnleik, og tá ið Ungarn kiksaði við á leið hálvum minutti eftir á klokkuni fór Russland í seinasta álopið. Teir løgdu eitt stórt trýst á Ungarn, og tá tvey sekund vóru eftir at leika, leyp besti spælarin í dystinum, Edouard Koksharov, inn av vinstra vongi. Hann sendi við sínum 10. máli bóltin í kassan, og so hevði Russland tryggjað sær víðari luttøku til fjórðingsfinalurnar