Í hesum døgum er EM endaspælið fyri U-21 landslið í Danmark. Bæði vertirnir og Ísland taptu sínar dystir í gjár, meðan Ongland og Spania spæla í kvøld.
Í Aalborg tók Danmark móti Sveits. Danmark var omaná fyri tað mesta og hevði fleiri royndir á málið, men inn vildi bólturin ikki. Tað endaði við, at Sveits vann 1-0 við máli sum Xherdan Shaqiri skoraði stutt eftir hálvleikssteðgin. Brot frá dystinum síggjast HER
Í Aarhus tók Ísland móti Hvítsrusslandi. Ísland er á fyrsta sinni við í einum U-21 EM endaspæli, men tað sær út til at blíva ein stokkut gleði, tí teir taptu dystin 2-0. Tað var ikki fyrr enn seint í dystinum, at íslendingar gjørdu brotsspark og fingu mann útvístan. Andrei Voronkov umsetti til mál. Løtu seinni økti Maksim Skavysh til endaliga úrslitið 2-0. Brot frá dystinum kunnu síggjast HER
Tveir dystir eru í dag. Nú klokkan 17:00 spæla Tjekkia og Ukreina, meðan Ongland og Spania bresta saman í kvøld klokkan 19:45. Millum leikararnar á enska U-21 landsliðnum eru Jordan Henderson og Phil Jones. Liverpool hevur í vikuni keypt Jordan Henderson fyri eitt stað í millum 150 og 200 milliónir krónur, meðan Phil Jones hevur verið á veg til bæði Manchester United og Liverpool fyri áleið tað sama.
Bólkur A:
Hvítarussland Ísland 2-0 (0-0)
1-0 Andrei Voronkov, 77br
2-0 Maksim Skavysh, 87
Danmark Sveits 0-1 (0-0)
0-1 Xherdan Shaqiri, 48
1: Hvítarussland 3 stig
2: Sveits 3
3: Danmark 0
4: Ísland 0
Bólkur B:
Tjekkia Ukreina 17:00
Ongland Spania 19:45