Connie Hedegaard, veðurlags- og orkumálaráðharri, sigur nei til grønlendsku ynskini um at økja um ídnaðin og harvið CO2-útlátið Danmark leggur nú ein stóran klett í vegin fyri ynskjunum hjá Grønlandi um bæði at vera við í eini altjóða veðurlagsavtalu og samstundis menna sín ídna á miniral- og ráevnisøkinum.
Tey bæði ynskini eru - sæð við donskum eygum - ómøgulig at sameina, stendur í einum skrivi, sum danska veðurlags- og orkumálaráðið hevur sent grønlendska heimastýrinum sambært sermitsiaq.gl.
- Tað er ikki lætt at finna eitt modell, ið bæði røkir grønlendska ynskið um munandi vøkstur í CO2-útlátinum og samstundis samsvarar við grundleggjandi fortreytina fyri arbeiðnum fram ímóti COP15, um at fáa skapt eina nýggja løgfrøðiliga bindandi og ambitiøsa veðurlagsavtalu, stendur m.a. í danska skrivinum til grønlendsku myndugleikarnar.
Í Grønlandi harmast tey um donsku útmeldingina.
- Vit høvdu satt at siga ikki vænta, at danir ikki fóru at leggja oyra til grønlendsku ynskini, sigur nýggi landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, sum eisini umsitur veðurlagsmál í nýggja landsstýrinum.
Hann sigur við sermitsiaq.gl, at hann nú fer at taka málið upp í landsstýrinum og við donsku myndugleikarnar.
Kelda: www.sev.fo