Danmark tapti í seinasta minutti

Fleiri aðrir dystir hava verið í kvøld, og umframt at Danmark tapti í seinasta minutti, var dysturin millum Serbia og Albania avblástur.

Fleiri aðrir dystir hava verið í kvøld, og umframt at Danmark tapti í seinasta minutti, var dysturin millum Serbia og Albania avblástur.

 

Danmark hevði bóltin meira enn Portugal gjøgnum dystin, men kreativu kreftirnar vóru ikki heilt til staðar.

 

Tá var Ronaldo meira sjónligur, og hevði enntá ein frírennara móti danska málinnum.

 

Danska verjan stóð væl, men tá klokkan vísti, at fimm minuttir vóru leiktir av yvirtíðini í seinna hálvleiki, eydnaðist Portugal at skora sigursmálið.

 

Í Serbia var dysturin steðgaður í fyrra hálvleiki, tá ein drona kom inn yvir vøllin við einm albanskum flaggi hangandi úr sær. Tað eydnaðist onkrum serbiskum leikara at hála flaggið niður, men tá byrjaðu fólk at renna inn á vøllin, so dómarin gjørdi av, at steðga dystinum.

 

Enn er ógreitt, hvat hendir við dystinum og við Serbia.

 

Annars megnaði Írland javnleik á útivølli móti Týsklandi.

 

Úrslitini av dystunum í kvøld vóru:

Bólkur D

Týskland-Írland 1-1 (0-0)

71. 1-0 Tony Kroos

90. 1-1 John O'Shea

 

Gibraltar-Georgia 0-3 (0-2)

09. 0-1 Nikoloz Gelashvili

19. 0-2 Tornike Okriashvili

69. 0-3 Jaba Kankava

 

Polen-Skotland 2-2 (1-1)

12. 1-0 Kizysztof Maczynski

18. 1-1 Shaun Maloney

57. 1-2 Steven Naismith

76. 2-2 Arkodiusz Milik

 

Bólkur E

San Marino-Sveis 0-4 (0-3)

10. 0-1 Haris Seferovic

24. 0-2 Haris Seferovic

30. 0-3 BlerimDzemaili

79. 0-4 Xherdan Shaqili

 

Bólkur F

Føroyar-Ungarn 0-1 (0-1)

22. 0-1 Adam Szalai

 

Finland-Rumenia 0-2 (0-0)

54. 0-1 Bogdan Stancu

83. 0-2 Bogdan Stancu

 

Grikkaland-Norðurírland 0-2 (0-1)

09. 0-1 Jamie Ward

51. 0-2 Kyle Lafferty

 

Bólkur F

Danmark-Portugal 0-1 (0-0)

95. 0-1 Christiano Ronaldo