Danska landsliðið í hondbólti hevur undan síðsta dystinum í millumumfarinum framvegis heilt góðan møguleika at spæla seg í hálvfinaluna.
Í kvøld hevur Danmark vunnið 32-24 stórsigur ímóti Makedonia, sum ikki í nóg stóran mun megnaði at bróta ígjøgnum donsku verjuna, og hevði meiri enn torført við at fáa bóltin inn um Kasper Hvidt, sum var heilt framúr í danska málinum.
Í gjárkvøldið vóru danir í 1. hálvleiki heilt við síðuna av sær sjálvum. Í kvøld løgdu teir fyri sum eitt ódnarveður. Álopsspælið var frágera gott, og Danmark var á odda allan 1. hálvleik, men eftir fyrra umfarið var leiðslan bara 13-12.
Fyrstu løtuna í 2. hálvleiki spruttaði Makedonia, og eina ferð var liðið av Balkan ? til stóra fragd fyri nógvu áskoðararnar ? á odda.
Danir vístu seg tó at hava størri breidd og tyngd, og sum 2. hálvleikur leið, hvarv spenningurin sum døggin fyri Balkan sólini.
Danmark er á odda í bólkinum við 6 stigum. Týsdagin kl. 16.30 hittast Danmark og Týskland, sum hevur 5 stig.
Noreg og Póllandi, sum hittast týsdagin, hava 4 stig, og Makedonia og Serbia, sum týsdagin fara at spæla innanhýsis Balkan uppgerð, hava 2 stig og hava tískil ongan møguleika at røkka hálvfinaluni.