##med2##
Danska stjórnin vísir 15 russarum av landinum fyri njósning á danskari jørð. Hesum boðar danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, frá eftir fund í dag í uttanríkispolitisku nevndini.
Teir 14 russararnir hava 14 dagar til at fara úr Danmark.
– Vit halda tað vera rætt fyri donsku trygdina at vísa teimu 15 fregnartænastufólkum frá russisku sendistovuni av landinum. Tað er ein avgerði, sum stjórnin hevur tikið og hevur kunna uttanríkispolitisku nevndina um, sigur Jeppe Kofod.
– Vit hava staðfest, at tey 15 útvístu fregnartænastufólkini fremja njónsning á danskari jørð, sigur hann.
Til spurningin um, hvørt hann nústani hevur funnið út av, at russararnir fremja njósning í Danmark, svarar Jeppe Kofod:
– Eg fái ikki viðmerkt handan spurningin. Vit eru í eini helt serligari trygdarstøðu í Evropa nu við áganginum hjá Russlandi, kríggi í Ukraina og hóttanini frá Russlandi móti trygdini í Evropa, sigur Jeppe Kofod.
Teir 15 russararnir havar arbeitt undir diplomatiskari verju á russisku sendistovuni í Keypmannahavn. Tað upplýsir Uttanríkisráðið.
Russiska sendistovan sigur donsku ákærurnar um njósning vera ógrundaðar og boðar frá, at tað fer at koma ein mótreaktión frá russiskari síðu. Tað skrivar sendistovan í telduposti til Ritzau.
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, sum í dag er formaður í nýggja flokkinum Moderaterne, sigur, at tað í Evropa leingi hevur verið kunnugt, at russiskar sendistovu hava hýst tí, hann kalla fyri »spionageindsats«.
Sambært uttanríkisráðnum ynskir Danmark ikki at »kvetta diplomatiska sambandi við Moskva«.
Tí er russiski sendiharrin og restin av sendistovuni í Keypmannahavn ikki fevnd av útvísingini.
Frankaríki og Týskland boðaðu í gjár frá, at tey útvístu fleiri russiskum sendifólkum.
– vit gera tað saman við fleiri øðrum evropiskum londum, sigur Jeppe Kofod.
– Vit ynskja at verja tryggleika og trygd okkara í Danmark og vilja ikki hava russiska njósning, sum kann seta trygdarstøðuna í Evropa í vanda, har vit hava eitt álvarsamt kríggj.
– Russiski harðskapurin móti Ukraina, har evropiska trygdarstøðan er álopin so grundleggjandi, sigur Jeppe Kofod.
Útvísingarnar eru framdar, eftir at Russland hevur gjørt innrás í grannalandið Ukraina. Jeppe Kofod vil ikki koma nærri nn á, hvat tað er fyri slag av njósning, sum sambært stjórnin er farin fram.
– Eg kann bara siga, at vit hava tikið hesa søguligu avgerð í ljósini av alvarsomu trygdarstøðuni, sum vit í Evropa eru í við Russiska áganginum ímóti Ukraina.
– Móti álopinum á tann evropiska trygdararkitekturin, sum Russland hevur framt. Og vit vilja fegin geva Russlandi greið boð um, at njósnaravirksemi á danskari jørð ikki verður góðtikið, sigur hann.
/ritzau/