Danmark92 ímóti Svøríki94

Í 1992 gjørdist Danmark europameistari í fótbólti, og í 1994 vann Svøríki bronsu í HM. 29. August hittast spælarar á hesum liðum til ein framsýningardyst í Malmø. Millum donsku spælararnir til dystin verða Henrik Larsen, Flemming Povlsen, Brian Laudrup og Kim Vilfort. Millum svensku spælararnar verða Thomas Ravelli, Martin Dahlin, Jesper Blomquist og Håkan Mild.