Dannebrog var fyrr í vikuni á veg til Føroya í sambandi við vitjanina hjá Margrethu Drotning, men skipið noyddist at venda aftur til Fredericia, tí trupulleikar vóru við motorinum.
Arbeitt hevur verið upp á skipið síðani, og í morgun varð so ætlanin at seta kós móti Føroyum aftur. Men tá ið motorarnir blivu tendraðir, varnaðist manningin óvanligan royk úr skorsteininum, og skjótt bleiv staðfest, at okkurt var galið við øðrum høvuðsmotorinum. Roynt var at sigla viðari við bert at brúka hin høvuðsmotorin, men tá ið tað eftir hálvanannan tíma framvegis kom óvanligur roykur úr skorsteininum, bleiv avgjørt at venda við aftur.
Nú hevur kongshúsið so boðað frá, at skipið ikki fer við á summarferðina hjá hennara hátign Margrethu Drotning.