Danny & the Veetos framleiða nýggjan tónleik

Danny & the Veetos hava hetta seinasta árið ment nøkur nýggj løg, hetta gera teir í samstarv við Marius Ziska og danska Esben Svane.

Tað er ein løta síðan vit seinast hava hoyrt nakað frá Danny & the Veetos, sum í løtuni arbeiða við at framleiða eitt nýtt tónleikaslag, og av tí sama eisini framleiða nýggj løg. 

- Vit eru spentir at spæla tey nýggju løgini fyri øllum, hetta er eitt hugskot sum eg havi havt í 2 ár, og nú er tað ment og gjørt til veruleika, sigur Danny Baldursson, forsangari í Danny & the Veetos. 

 

 

Nýggji tónleikurin flytir seg burtur frá fólkapoppinum, sum Danny & the Veetos áður hava gjørt, og meira móti elektroniskum poppi. 

 

 

Danny & the Veetos hava hetta seinasta árið ment nøkur nýggj løg, hetta gera teir í samstarv við Marius Ziska og danska Esben Svane. Saman eiga Marius Ziska og Esben Svane framleiðslu felagið Sló Foxx, har teir saman við Danny & the Veetos taka tann nýggja tónleikin upp, bæði í Føroyum og í Danmark. 

 

- Tað er ein long tilgongd, sum er farin fram til menningina av hesum nýggja tónleikinum, sum nú fer at koma út, sigur Noel Vest, fyriskipari hjá Danny & the Veetos. Bólkurin sjálvur er minkaður munandi, tá teir byrjaðu vóru teir 7 mans, nú teljast 4, sigur hann. 

 

 

Limirnir í Danny & the Veetos eru í dag, Danny Baldursson (forsangari), Símun Dam (keyboard), Rúni Hentze (trompet) & Henning Hjalt Nicodemussen (trummir). Hósdagin frættist á Facebook at annar forsangarin Páll Brim, er farin úr bólkinum, til tað sigur Noel Vest, at tað ikki var av ósemju at Páll Brim valdi at fara úr, og at teir framvegis halda sambandið og hjálpast at, um tørvur er á tí. 

 

 

 

Nýggji tónleikurin hjá Danny & the Veetos hevur vakt áhugað í Týsklandi, har teir av tí sama hava fingið samband við ein týskan talsmann, sum fegin vil hjálpa Danny & the Veetos at marknaðarføra teirra tónleik í Týsklandi.

 

- Bólkurin hevur lært nógv í Føroyum, og vit føla okkum nú klárar at koma út um landoddarnir. Vit vóna eisini at nýggji tónleikurin verður væl móttikin bæði heima og uttanlands, helst nú vit skula út um landoddarnir at spæla, sigur Henning Hjalt Nicodemussen. 

 

 

 

Tað eru Símun Dam og Danny Baldursson, sum arbeiða saman við at framleiða nýggju løgini frá tí tey eru hugskot. 

 

- Eg fái íblástur til nýggjan tónleik allastaðni frá, tað kann koma meðan eg koyri bil, ella lurti eftir tónleiki og so víðari, og so má eg bara steðga øllum eg geri og byrja at skriva niður. Ofta so kemur lagið fyrst, og so skrivi eg tekstin, tað riggar best soleiðis hjá mær, sigur Danny Baldursson til seinast. 

 

 

Danny & the Veetos spæla konsert, við nýggjum og gomlum løgum, 12 oktobur í Atlants í Klaksvík, og 13 oktobur á Perluni í Tórshavn.