ABC Flutningur við Danny Danielsen og Hammer Shuttle við Hans Eiler Hammer skulu næsta árið koyra sjúklingar og fylgjarar fyri Landssjúkrahúsið
Tær báðar fyritøkurnar – ABC Flutningur og Hammer Shuttle - hava í felag bjóðað seg fram at koyra sjúklingar og fylgjarar, sum skulu av landinum í samband við viðgerð.
Landssjúkrahúsið hevur bjóðað koyringina út í fríari kapping á Keypsportalinum. Talan er um alla koyring, sum ikki er beinleiðis sjúkraflutningur og tí krevur sjúkrabil.
Sambært útbjóðingartilfarinum, sum byggir á tøl frá í fjør, er talan um áleið 2250 sjúklingaferðir um árið, til og frá flogvøllinum Harumframt verður roknað við, at okkurt um 1400 fylgjarir fara við sjúklingunum. Tað gevur 3650 ferðandi fram og aftur – tilsamans 7300 ferðandi.
ABC Flutningur og Hammer Shuttle bjóða seg í felag til at røkja tænastuna fyri tilsamans 700.000 krónur.
Tað merkir, at fyritøkurnar fáa í meðal 96 krónur fyri hvønn persónin, ið tær koyra til og frá flogvøllinum fyri Landssjúkrahúsið.
ABC Flutningur og Hammer Shuttle vunnu útbjóðingina í kapping við hýruvognsstøðirnar Auto og Bil.