Suðið av tónleiki, prátandi, læandi fólki, kennist heimligt, tá tú varisliga eins og fyrstu ferðina fyri 30 árum síðan, stígur inn um gáttina í Sjónleikarhúsinum.
Er hetta ikki ein hættislig roynd at fara aftur í tíðina,tá alt var so nógv øðrvísi. Er tað rætt at seta tíðartólið stilt eina løtu og fara aftur til eitt ávíst tíðarskeið í lívinum?
Kanska fara vit bara í dans, fyri at vissa okkum um, at alt er sum tað altíð hevur verið. Tað er bara ikki veruleikin. Hetta er eitt spæl, og tað vita vit væl.
Heimurin í dag tolir als onga samanbering við tað, sum var fyri 30 - 40 árum síðan.
Tað var júst so sum vit ímyndaðu okkum hetta kvøldið, og flest øll hugsaðu helst tað sama, og gjørdi sítt til, at løtan var so hugnalig.
Kortini slepst ikki undan at tosa um tað forkelaða ættarliðið, sum eftirkrígsbørnini eru sprottin úr.
Vit hava lívað í tíðarskeið, tá samfelagið støðugt var í framgongd. Tá vit fóru úr skúlanum fingu vit arbeiði, lærupláss ella útbúgving, og arbeiði var til øll í tíðini, tá vit stovnaðu familju og starvsbreyt. Tað hevur helst gjørt sítt til, at vit tíbetur ikki gevast med alla og sessast heima í stovuhorninum.
?
Óhugsandi at gomul fóru í enskan dans
Í Sjónleikarhúsinum hetta kvøldið vóru nógv væl til árs komin fólk, og eg kundi ikki lata vera við at hugsa, at tað hevði verið óhugsandi at foreldrum okkara í sínari tíð, at farið í dans.
Vit, sum eru farin um tey fimti og seksti, høvdu ikki nógv tilboð í barna- og ungdómsárunum, sammett við nútíðina. Áður ráddi um at fáa sum best burturúr. Vit høvdu sum børn og ung varhugan av, at okkara foreldrur livdu og virkaðu sum teirra foreldur undan teimum, men vit vildu annað og meira enn bert eina endurtøku.
Ein týðandi orsøk var helst, at viðurskiftini í umheiminum broyttust. Við tíðini, sum gjørdist meira livilig við framgongdini í samfelagnum, kom eitt nú popptónleikurin.
Rørdi við hugflogið
Vit lurtaðu eftir Tommy Steele og Elvis Presly í Radio Luxemburg, og tónleikurin, sum kom og hvarv, alt eftir hvussu sendilíkindini vóru, settu gongd á hugflogið. Hetta vakti ivaleyst dreymar í teimum ungu, sum nú ikki longur vóru tvangsinnløgd at lurta eftir »Fiskepigens Sang», »Den Gamla Gartner» í donsku kvøðuljómunum,og »Nordlandsnætter fortryllende pragt» og allar hinar í norska útvarpinum.
Nú hoyrdu vit eisini Pat Boone syngja »Love Letters in the Sand», við kenslubornari rødd og orðum, sum ikki varð hildið gagnligt fyri ungfólk.
Tað var kanska ikki so væl dámt heima, at vit hoyrdu teir nýggju sangirnar, tí orðini vóru ikki fyri sartar sálir. At hugsa sær til »I Love you Baby» og sovorið tvætl, sum ikki segði teimum tilkomnu nakað.
Nýggi tónleikurin hevði við sær, at hann rørdi við teg sálarliga. Tú kendi rútmurnar innast inni, og so sektin við orðini. Tey vóru bert fylgiorð, sum tú rapaði av tær, fyri at halda tónan og stevið, og sum tú neyvan skilti.
Seinni komu »Rasmus» og »Nú í kvøld..» og allir hinir føroysku sangirnar, sum rættiliga setti dám á okkara gerandisdag, umframt at popptónleikurin úti í heimi kom nærri, tá sjófólkið fór út í heimin at sigla. Tá var plátuspælarin komin, og sjófólkið keyptu plátur heimaftur við sær.
Tónleikurin uttan
úr heimi
Vit vistu um jazztónleikin og rocktónleikin, men nú var tað veruligt at lurta eftir Louis Armstrong og hinum í USA. Vit lærdu okkum eisini nýggjar dansir, hóast einki sjónvarp var at vísa okkum leiðina, eins og MTV lærir ungdómin í dag.
Tað var so nógv øðrvísi í dansinum í Sjónleikarhúsinum fyrr í tíðini. Eitt nú var ikki væl sætt, tá fólk vóru full, tó at onkur sløddist altíð ímillum vanligu sunnukvøldini.
Bara mannfólkini smakkaðu sær á
Bestu dansikvøldini vóru 2. jólakvøld, og øll hini annandagskvøldini og á ólavsøku. Tá var lummafløskan havd á lofti. Og tað var hon neyvan í víðari merking, tí bert mannfólkini smakkaðu sær á, og tað varð gjørt við at fara út í tún at smakka sær á, ella at leita sær inn í mannamúgvuna á dansigólvinum at fjala seg, so eingin sá.
Einaferð var eg stødd úti í gamla Klubbagarðinum, eg hugsi tað hevur verið eina ólavsøku. Tá bjóðaði ein beiggi vinkonu mína okkum av einari fløsku við eiturgrønum løði, sum smakkaði illa.
Torførast var tó at fáa seg til at taka av. Soleiðis var tá. Vit fingu ringa samvitsku, hóast eingin hevði sagt okkum við orðum, at hetta var bannað. Foreldrini órógvaðust heldur ikki, tí tey ímyndaðu sær neyvan, at vit gjørdu slíkt.
Ája, soleiðis er og hevur altíð verið. Heimurin stendur altíð fyri teimum ungu við nýggjum avbjóðingum. Hinvegin - og tú visti ikki hvat var rætt og skeivt, um tú ikki royndi tað nýggja, sum stóð tær í boði.
Sum í gomlum døgum
Aftur til nútíðina í Sjónleikarhúsinum 30 ár seinni, gekk dansurin uppá tað besta. Gólvið var fullsett alla tíðina, og tú troyttaðist ikki, so sum tað ofta kennist í nútíðar dansi, við besta tónleikagóðsku, og hátalarum, sum nærum blása heilan úr fólki.
Tá kom brádliga fram fyri meg, at júst tað at tónleikurin ikki varð fluttur út við hátalarum í nútíðar styrki, gjørdi, at fólk uttan hóvasták kundu práta, meðan dansað varð.
Ja, eg hoyrdi eina vinkonu rópa miðskeiðis í dansirúgvuni, at hon »hoyrdi» ikki at dansa.
Tíðin kom eisini, tá tú noyddist at fáa eina hvíld, og farið var upp á balkongina at eygleiða danskifólkið. Tað var áhugavert aftur at síggja Sjónleikarhúsið í sínum rætta, vakra sniði, men mest hugtakandi var, at hoyra dansifólkið syngja við teimum á pallinum, so rámliga, at tað nærum doyvdi tey á pallinum.
Sakar einki at líta aftur um bak
Lat fara, at alt ikki var so fullkomið, og at onkur tóni fór á glið við hvørt, og at somu sangir vóru spældir upp í saman, tí tað stutt sagt ikki vóru so nógvir at taka av í hesum tíðarskeið. Dámurin var kortini hin sami og í gomlum døgum.
Tað var ikki spurningur um ljóð- ella tónleikagóðsku, sum gjørdi tiltakið so væleydnað, men meira tað stuttliga og hugaliga, at øll hesi fólkini høvdu sett sær fyri at geva sítt ískoyti. Tað eiga øll stóra tøkk uppiborna fyri.
Eitt er kortini vist, uttan góða samljóðið millum tónleikin og dansifólkini, hevði hetta tiltakið ikki eydnast so væl.
Tíðin er farin og onnur er galdandi fyri okkum í dag, men stuttligt var at geva sær stundir at spæla sær eina løtu og líta aftur um bak.