Dansa allan dagin á Tvøroyri

Í morgin fara børn og vaksin at hava stóra dansiframsýning og um kvøldið verður almennur dansur

Í morgin, leygadagin, verður ein stórur dansidagur á Tvøroyri.

Tá verður fyrst ein stór dansiframsýning í ítróttarhøllini í Trongisvági klokkan 15, og kl. 11 um kvøldið verður almennur dansur, eisini í høllini.

A dansiframsýningini fara yvir 100 dansarar, sum hava gingið hjá Onnu Kirstin Thomsen í vetur, at vísa fram.

Talan er um eini 60 børn frá 7 til 14 ár, og gott 40 vaksin, og tey elstu av teimum eru langt uppi í árunum. Tað, sum tey fara at vísa fram, eru standarddansir, eitt nú foxtrott, quickstep, rock´n roll og valsi.

Men tað verður eisini framsýning av fólkadansum, og tí fer Dansistovugaman at standa fyri.

Og harafturat fer Brandur Enni at syngja nøkur løg.

Tað verður eisini undirhald á framsýningini, men Anna Kirsten vil ikki enn avdúka, hvat undirhald talan verður um, tí tað skulu áhoyrararnir hava til góðar.

Peningurin, sum kemur inn á hesum tiltakinum, fer óskert til hornorkestrið á Tvøroyri.

Bæði til framsýningini og til almenna dansin um kvøldið fer tvørabólkurin Trio at spæla og hann fýrir Anna Kirsten ikki fyri at skýra Føroya besta dansibólk.