Á Summar Festivalinum verður dansitiltak fyri børn, har Hóps fer at undirvísa.
Tiltakið er fyri dansiglað børn í aldrinum 7-12 ár. Tað er ikki eitt krav at
tú dugir at dansa, bara tú tímur og ert fyrireikað/ur uppá ein spennandi,
læruríkan og avbjóðandi dansidag á festivalinum.
Tað verður dansibólkurin Hóps, sum kemur at undirvísa. Genturnar, sum manna
bólkin, hava dansað og framført í fleiri ár og hava drúgvar royndir innan
dans og koreografi.
Børnini, ið vera við á dansidegnum fara at læra nøkur grundtrin innan ymsikar
dansigreinar, umframt at tey fáa forkunnuga vitjan av slangumenniskja,
drykkjuvørur og frukt. Eisini koma børini hava hava ein leiklut í stóra
Karnevalinum og skrúðgonguni leygardagin og fara saman við Hóps at upphita
á Vágsbøi til stóru barnakonsertina við Basim.
Tilber at melda seg til dansiskúlan hjá Summarfestivalinum og luttaka antin
hósdagin frá kl 15-18 ella fríggjadagin frá 15-18. Luttøkugjaldið er 130
krónur.
Tilmelding fer fram við at smsa navn og aldur til 219011