Vinna
Nógv orðaskifti hevur í ár verið um, at nakrir bretskir fiskakeyparar ikki vilja keypa føroyska hýsu. Hetta mál hevur verið nógv frammi í miðlunum, og eisini eru fyrispurningar reistir á tingi um hetta sama mál. Ymiskir partar í vinnuni eru spurdir um, hvat Føroyar kunnu gera fyri, at hesin stongsul fellir burtur, og umboð fyri Havstovuna hava eisini givið sína meining til kennar. Átak hevur verið í Bretlandi, har roynt hevur verið at upplýsa um føroyska hýsuveiði og um føroysku fiskiveiðiskipanina í síni heild.
Núverandi støða er íkomin, tí havumhvørvisfelagsskapurin Marine Concervation Society, oftast nevndur MCS, hevur sett føroysku hýsuna á sín lista yvir fiskasløg, ið tey ráða fólki frá at keypa. Undir punkti 17 í teirra lista stendur føroysk hýsa nevnd saman við hýsu, ið verður fiskað vestan fyri Skotland. Hesin listi liggur á heimasíðuni hjá MCS.
Vil ikki dansa...
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur eisini givið sína meining til kennar í hesum máli, men hann hevur ikki ordiliga viljað dansað eftir pípuni hjá eitt nú MCS og teirri havfrøði, sum óbeinleiðis er orsøkin til stongsulin.
Hann heldur ikki, at tilmælini hjá havfrøðini kunnu brúkast til so nógv, tá tað ikki ber til at steðga hýsuveiðini, sum mælt verður til. Hann hevur í staðin víst á og grundgivið fyri, at vit í Føroyum hava eina burðardygga fiskiveiði, og at lítil beinleiðis hýsufiskiskapur hevur verið undir Føroyum í longri tíð.
Jacob Vestergaard ásannar tó, at Føroyar hava ein trupulleika, nú MCS mælir til at ”ganga uttanum” (avoid) føroyska hýsu og vísir havgranskingarfelagsskapin ICES, sum mælti til, at fiskiskapur eftir hýsu í føroyskum sjógvi skuldi verið steðgaður longu í 2009.
- Tað er hesin boðskapur frá MCS - og óbeinleiðis frá ICES – sum ger, at nakrar bretskar handilsketur hava kent seg noyddar at fremja handilsbann móti Føroyum sum bráðfeingis átaki.
-
Ov lítið innlit
Landsstýrismaðurin roynir nú at greina aktuellu støðuna og vísir til eitt brot úr ICES-frágeiðing um hýsustovnin við Føroyar fyri 2009:
”Based on the most rcent estimates of SSB (in 2009) and fishing mortality (2008), ICES classifies the stock as being at risk of reduced reproductive capacity but being harvested sustainably. The fishing mortality in 2008 is estimated just below Fpa. SSB increased until 2003 as a result of strong recruitments, including the record-high 1999 year class, but has declined since. Recruitment of the year classes from 2003 onwards has beeb well below average...”
- Hetta brotið sigur í stuttum, at ICES klassifiserar stovnin fyri 2009 og deyðiligheit fyri 2008 sum, at stovnurin hevur niðursett evni til at endurnýggja seg, men at hann verður veiddur burðardygt. At teir so í niðurstøðuni samstundis tilráða at niðurleggja alla hýsuveiðu og samstundis leggja eina ætlan um at byggja stovnin uppaftur, sigur mær, at ICES ikki hevur neyðuga innlitið í okkara fiskiskap.
Veruleikin er, sigur landsstýrismaðurin, at sera lítil beinleiðis hýsufiskiskapur er við Føroyar í løtuni og stórur partur av tí hýsu, sum kemur upp á land, er sum hjáveiða í øðrum fiskiskapi.
Samanbera vit orðingarnar hjá ICES við orðingarnar hjá MCS um okkara hýsuveiðu, síggja vit, hvussu lítið hesin umhvørvisfelagsskapur vandar sær um sín boðskap.
- MCS sigur beinleiðis, at hýsa í føroyskum sjógvi er fyri ovfiskiskapi og vísir til ICES, sum í síni frágreiðing sigur, at hýsa nú verður veidd burðardygt, sigur landsstýrismaðurin.
Er ikki ókent
Jacob Vestergaard er sannførdur um, at sjálvandi skal okkara fiskiveiðiskipan taka hædd fyri tí støðu, sum stovnurin er í, men hann ivast onga løtu í, at tað ger skipanin eisini.
Hann heldur, at handilsbannið móti eini heilari tjóð, sum hann tekur til, eftir hansara tykki er ein framferðarháttur, ið vit bert kunna leggja okkum at við fullkomnum banni av øllum fiskiskapi við Føroyar sum avleiðing.
- Vit hava sæð slíkt áður, men tá hevur talan verið um ágang frá umhvørvisfelagsskapum orsaka av grindadrápi, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.