"Dansemik” við okkara Elisi í Nuuk

Í morgin fara útvarpsmaðurin, Elis Poulsen og tøkningurin, Finnur S. Olsen til Grønlands at senda "Upp á tá".

Í morgin - týsdagin - fara útvarpsmaðurin, Elis Poulsen og tøkningurin, Finnur S. Olsen til Grønlands.

 

Dýra Biðidag 1. mai verður føroyskt, grønlendskt og íslengst “Dansemik” í GU-forhøllini í Nuuk. Hetta verður ein víðkað "Upp á tá"-útvarpssending.

 

Útvarpsvertirnir, Elis Poulsen, Hrafnhildur Haldórsdóttir (íslendsk) og Stina Skifte (grønlendsk) fara at spæla dansitónleik, har grønlendingar, føroyingar og íslendingar samlast til eitt dansikvøld.

 

Útvarpsvertirnir fara at tosa á sínum egna móðurmáli, tá tey fara at skiftast um at velja dansitónleikin. Tað verður Finnur S. Olsen, sum fer at stjórna tí tekniska partinum hetta kvøldið í Nuuk.

 

Sent verður beinleiðis frá tiltakinum í øllum trimum londunum í útvørpunum, KNR, KVF og RÚV.

 

Tað eru NAPA, Nordens Institut i Grønlandi, Atlantic Airways og Thor í Hósvík, sum hava stuðlað tiltakinum.