Fede Finn & Funny Boys liggja ovast á Dansktoppen og hava í nógv ár ferðast víðahvar í Danmark fyri at framføra. Men um vikuskiftið gekk tað ikki, sum tað skuldi.
Fede Finn & Funny Boys skuldi spæla í Mejrup Sognegård, men teir komu á stongdar dyr, og ikki eitt menniskja var at síggja nakrastaðni. Tónleikararnir bíðaðu í ein tíma, men máttu so fara heimaftur uttan at hava spælt ein tóna.
- Vit spiltu tíð og pengar at koyra frá Holbæk til Mejrup, og vit høvdu enntá sagt nei takk til aðrar fyrispurningar. Harafturat fingu vit ikki tær 18.000 krónurnar, sum vit høvdu avtalað fyri framførsluna, sigur Lennart Johannessen, tónleikari í bólkinum, við Dagbladet Holstebro Struer.
Tað var ein maður, ið skuldi halda 40 ára føðingardag, sum hevði bókað Fede Finn & Funny Boys. Hann hevði ikki goldið fyri framførsluna frammanundan, men dansibólkurin vildi ikki skuffa gestirnar og valdi at møta upp til tiltakið hóast tað. Teir royndu eisini at ringja til føðingardagsbarnið fleiri ferðir, men fingu ikki fatur á honum. Endin var, at teir komu á stongdar dyr.
Føðingardagsbarnið sigur við Dagbladet Holstebro Struer, at hann var ein hálvan tíma ov seinur til Mejrup Sognegård og hevði gloymt fartelefonina heima.
Føðingardagsveitslan varð hildin, men í staðin fyri live-tónleik, var tónleikur spældur við einum ljóðanleggi.
Nú skal fakfelagið hjá tónleikarunum tryggja dansibólkinum pengarnar, sum teir høvdu fingið lovað fyri framførsluna.