Fyrireikingarnar til DansiEksperimentið 2017 eru í hásæti – Í hesum døgum er venjingarlega á Føroya Fólkaháskúla og eru tað Føroya fremstu dansarar og koreografar, ið eru á venjingarlegu til ársins DansiEksperiment.
Hettar er triðja árið at sýningarnar verða og eru tær bara gjørdar betri og størri á hvørjum árið siga fyrireikararnir. Tiltakið hevur verið væl móttikið av áskoðarum og luttakarum, og hava sýningarnar undanfarin ár verið útseldar.
Fyrireikingarnar ganga mega gott, venjingar legan gongur orduliga gott – sigur Diana J. Hansen, ið er ein av fyrireikarunum og leggur afturat at tey eru øll orduliga spent til sýningarnar.
Í ár verða sýningarnar í Smæruni í Tórshavn og eru tær fylgjandi :
Mánadagin 24. juli - kl. 20
Týsdagin 25. juli - kl. 18 & kl. 20
Mikudagin 26. juli - kl 18
Atgongumerki kunnu keypast hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.
Sjálvir siga fyriskipararnir at DansiEksperimentið er við til at bjóða serføroyska kynsfordómin um, at tað einans eru konufólk ið dansa av, og geva føroysku áskoðarunum møguleikan at fáa gleði av og innlit í, hvat okkara fremstu innan føroysku dansilistina takast við her heima og úti í heimi. Í ár verður live tónleikur eisini ein partur av upplivingini, har dansarirnir flætta tónleikin og dansin saman í eina størri eind alt frá opera heilt til rapp.