Dansifegin og harmonikufjepparar um bylgjuna bláu

Aldurnar dansa væntandi lættari enn vanligt, tá Norrøna 24. august stevnir út av Havnini á veg til Noregs. Onkur treður kanska "Dans på brygga..", men eingin ivi um, at helst vildi viðkomandi verið við umborð, tá tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni og tónarnir ljóma á dekkinum.

24. august stevnir Norrøna út av Havnini, sum hon so ofta hevur gjørt tað í summar. Men væntandi dansa aldurnar lættari á vágni, enn vanligt er, tí rættuligur sjómanstónleikur ljómar óivað um land og hav, tá Norrøna leggur frá landi og harmonikumenn, sum vant, spæla á dekkinum.

Skipið er henda túrin nevniliga mannað við dugnaligum harmonikusnillingum. Tann tiltikni harmonikutúrurin er á skránni, og hann hava nærum øll hoyrt um. Tað sigst, at ferðafólk, sum hava verið við einaferð, kunnu ikki lata vera við at fara aftur. Ferðaløg hava gjørt tað til árliga hending, at fara við júst henda túr og tað eru bæði bindiklubbar, dansifegin fólk og harmonikufjepparar.

Tað eru Fimmboði Lisberg og Pauli Jacobsen, ið skipa fyri. Báðir eru teir kendir tónleikarar og teir hava verið við, síðani skipað varð fyri harmonikutúri fyrstu ferð fyri eini 5 - 6 árum síðani.


Gestur úr Íslandi

Tey somu afturvendandi tiltøkini vera á skránni. Eisini hesaferð verður gestatónleikari við. Ofta hava tónleikarar úr Noregi verið við, men nú verður gesturin úr Íslandi. Ørvar Kristianson kenna fleiri, ið hava áhuga fyri slíkum tónleiki. Ørvar hevur eisini búð í Føroyum eitt skifti og nógvir føroyingar kenna hann.

Hann hevur tónleikin sum livibreyð og er hvørt ár ein part av árinum í suðurlondum, har hann spælir, og so er hann í Íslandi restina av árinum.


Veðrið av tí besta

- Veðrið hevur verið gott hini árini, sigur Fimmboði Lisberg, fyrireikari og luttakari.

- Sum vanligt, so verður undirhald, har einstøku bólkarnir spæla. Eisini er felagssangur á skránni og hann gongur vanliga ómetaliga væl, sigur Fimmboði.

- Í mun til undanfarin ár, so er gestatónleikarin í ár við á øllum túrinum. Bæði aftur og fram. Hini árini, tá gestirnir hava verið úr Noreg, hava teir bert verið við heimaftur úr Noregi, sigur Fimmboði Lisberg.

Kvøldini fara við góðum harmonikutónleiki og dansi, har bólkarnir skiftast at spæla. Bassur, trummur og sangur verða eisini at hoyra, umframt harmonikuljómin.


"tveyradarin"

- Tónleikararnir eru ofta teir somu, men nýggir leggjast eisini afturat. Í Føroyum spælir næstan eingin uppá sokallaðan "tveyradara", men eg havi hoyrt, at onkur nú er komin undan kavi, so tað verður spennandi, sigur Fimmboði, ið annars heldur, at tilgongdin til júst hetta slag av tónleiki ikki er so góð, sum ynskiligt hevði verið, helst tí ov fá mennandi og birtandi tiltøk eru.

- Avbjóðingarnar eru ikki tær stóru. Tvíburðarnir í Nólsoy eru teir einastu ungu, ið spæla harmoniku, sigur Fimmboði, ið heldur, at túrurin er óført høvi hjá harmonikuspælarum, fjepparum og dansihugaðum at koma saman.

Túrurin í ár er nakað seint á árinum. Farið verður 24. august og komið verður aftur 26. august. Í fjør var túrurin fyrri á árinum.

- Tað vísir seg, at áhugin fyri ferðunum til Noregs aftur er vaksandi, so vit vóru noyddir at bíða, til eftir tíðina, tá fólk vanliga hava summarfrí, men vónandi setist eingin aftur, sigur Fimmboði Lisberg, ið fegnast um, at nógv eisini leggja sær ferðirnar til rætis, so tey kanska sleppa heimaftur við, tá harmonikutúrurin er.

- Í fjør vóru eini 800 fólk við, og fólk eru øgiliga uppsett uppá at fáa tað at ganga væl. Til felagssangin t.d. er ringt at fáa pláss, tí øll eru so spent og kappast um at koma framat, sigur Fimmboði, ið eisini gevur teim ferðandi heiðurin fyri, at túrarnir eydnast so væl.

Eini 25 tónleikarar er sett sum hægsta luttakaratal, men um tað passar so, at tað verða 27 ella 28, so gongur tað eisini. Harmonikan er berandi ljóðføri, væl stuðlað av øðrum ljóðførum og sangi. Størst týdning hevur tó góði hýrurin, ið sermerkir harmonikuferðamannin, um tað so er tónleikari ella ferðafólk.