Dansiferð til Suðuroyar við Smyrli

Leygarkvøldið skipar Strandferðslan fyri útferð til Suðuroyar í sambandi dansin hjá vælumtókta dansibólkinum, Sputnik Í sambandi við rimmar dansitiltakið í Ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið har gomlu Sputnik spæla til dans, skipar Smyril fyri serligum undirhaldi á túrinum millum Havnina og Krambatanga leygarkvøldið, sigur Strandferðslan.

Á túrinum suður verður leskilig buffet og John Danielsen skipar fyri undirhaldi. Tað ber eisini til at gista umborð um náttina og at fáa morgummat, áðrenn lagt verður at aftur í Havnini beint fyri klokkan 10 sunnumorgunin

Strandferðslan heldur, at hetta er eitt sjálvsagt høvi hjá norðoyingum at fara til Suðuroyar at uppliva eitt ekta suðuroyartiltak við undirhaldi og dansi við einum av okkara allarbest umtóktu og bestu dansibólkum í Føroyum nakrantíð. Hon leggur afturat, at longu nú ber til at bíleggja sær kamar umborð á Smyrli