Dansifrøi fer aftur at svinga

Dansifelagið Dansifrøi er so smátt farið at fyrireika tann 28. veturin við dansi og øðrum tiltøkum fyri fólki í øllum aldri

 

Dansiáhugað kunnu so smátt fara at finna dansiskógvarnar framaftur eftir eitt langt og gott summar við ongum gamlamannadansi.

Aftur í á fer Dansifrøi at gera sítt til at slíta gólvið í samkomuhøllini í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tað er nevniliga har, tey vanliga savnast at dansa og hugna sær saman.


Skipa fyri undirvísing

Tað er fyrst og fremst útlendskan fólkadans, sum tey leggja seg eftir. Hetta verður eisini nevnt gamlamannadansur í Føroyum. Tað eru mest enskir og skotskir dansir, sum verða dansaðir. Tað er tó ikki bannað at sláa ring og tríva í eitt kvæði av og á.

Í ár verða tríggir fastir undirvísarar. Jógvan Martin Mørk og konan Rutt fara at taka sær av trimum liðum. Eitt lið er fyri byrjarar, sum ikki hava hættað sær út á dansigólvið áður. Síðani er eitt lið fyri tey, sum halda seg vera á einum millumstøði. Eisini er eitt lið fyri tey meira vandu. Jógvan Martin og Rutt eru vandir dansilærarar, sum hava verið virknir limir í dansifelagnum í fleiri ár. Undirvísingin hjá Jógvan Martini og Rutt verður hvørt hóskvøld.

Sharon Weiss fer eisini at undirvísa einum liði. Tað sermerkta við hennara undirvísing er, at har verður dansað til livandi tónleik, meðan í hinum liðunum verða bond og fløgur nýtt.

Kristian Blak og Hilmar Joensen fara at standa fyri tónleikinum. Hetta er eitt blandað lið fyri øll, sum verður hvørt týskvøld, og øll undirvísing hjá Dansifrøi fer fram í Hoydølum. Kostnaðurin verður 300 krónur fyri ein vetur umframt limagjaldið á 150 krónur. Fyrsta skeiðið verður nú týsdagin.


Ikki bara dansur

Dansifrøi skipar tó ikki bara fyri undirvísing í dansi, men eisini øðrum tiltøkum, har dansur tó eisini setir sín dám á. Av og á eru hugnakvøld um vikuskiftið, og barnadansur verður eisini fyriskipaður.

Eitt afturvendandi tiltak er dansistevnan, sum er annaðhvørt ár. Stevnan verður vanliga sera væl vitjað.

Skipað verður fyri tveimum veitslum við borðhaldi og dansi. Umframt tær báðar, so er eisini ein størri ársveitsla í januar, og jólini hava eisini sítt at bjóða børunum.

Umframt vanligu dansiskeiðini hjá Dansifrøi ferðast Anna Kirstin Steinhólm av Tvøroyri kring landið og undirvísir í dansi. Hesi skeiðini hava verið óvanliga væl umtókt.

Tað hevur eisini verið vanligt seinastu árini at gera eina uttanlandsferð og fáa samband við dansarar úr øðrum londum. Tey nærmastu grannalondini eru mest vitjað. Fyri tveimum árum síðani varð leiðin løgd til Hetlands. Somuleiðis eru dansarar úr grannalondunum komnir hendavegin at dansa.

Ein tann mest forvitnisliga vitjanin var í ár, tá børn úr Hvítarusslandi vóru her og dansaðu. Tað vóru Meginfelag áhugaleikara Føroya og Dansifrøi, sum høvdu fingið børnini hendavegin.

Í tí sambandi hevur dansifelagið gjørt eitt sjónband, har til ber at síggja framførsluna, sum var í Norðurlandahúsinum fyrr í summar. Yvirskotið av søluni fer óskert aftur til børnini í Hvítarusslandi.


Vilja hava fleiri ung

Erling Jørgensen er formaður í Dansifrøi, og hann eftirlýsir, at fleiri ung taka avbjóðingina og fara at dansa.

- Í dansi verður næstan hvør vøddi nýttur. Tað er eisini ein sera góður máti at fáa ta neyðugu motiónina, sigur formaðurin.

Tann sosiala samveran er eisini ein týdningarmikil lutur í dansifelagnum.

Erling Jørgensen heldur, at tað eru ov nógv ung, kanska serliga dreingir, sum ikki tora at dansa uttan at hava fingið sær uppí nevið, og tað er vánaligt. Møguleikin er at læra seg dansikynstrið hjá Dansifrøi uttan brennivín, so kanska sleppa at genturnar undan at dansa við illa gonguførum dreingjum, sigur Erling Jørgensen.

Dansifrøi er limur í DGI, Dansk Gymnastik og Idrætsforbund. Ikki var møguleiki fyri at gerast limur í ÍSF, tí tey skipa ikki fyri kappingum.

Dansifrøi er eitt stórt og virkið felag. Eini 400 limir í øllum aldri eru í felagnum.