Móttøka var í dag í nýggju hølunum hjá Dansifrøi uppi í Gundadali. Fyri dansiglað fólk er hetta eitt risaframbrot. Longu tá Dansifrøi varð sett á stovn í 1972, byrjaðu dansiglað fólk at droyma um eitt dansihøli, sum segði spar tvey til alt, og longu árið eftir vóru fyrstu skitsurnar á borðinum.
Men so skjótt skuldi tað nú kortini ikki ganga.
Tað eru mangir leikir í longum talvi, verður sagt, og tað skuldi Dansifrøi eisini sannað. Tí sjálvt eftir at skjøtil veruliga varð settur á byggiætlanina fyri átta árum síðani, við bygginevnd og øllum, skuldu nógvir fótonglar beinast av vegnum, áðrenn endiliga var klárt til móttøku í snotiligu hølunum í dag.
Fyrst var ein stór togan aftur og fram um, hvar dansihøllin skuldi liggja, og tá so endiliga alt var fingið upp á pláss kom stígur í, tí knappliga vendu neyðútgongdirnar út móti R. C. Effersøesgøtu heldur enn oman móti Tórsvølli.
Hetta førdi til nýggja togan aftur og fram, tí tað er eftir øllum at døma ikki bara sum at siga tað at broyta í einari bygningstekning.
Men alt hevur ein enda ? og sum Shu-bi-dua sigur: ein maðkur hevur tveir ? so fanst eisini á hesum trupulleikanum ein loysn.
Úrslitið er ein framúrskarandi bygningur við skraddaraseymaðum loysnum til øll, sum elska fólkadans.
Limirnir hava ikki hildið seg aftur, nú tað var komið so frægt áleiðis, at leikmaðurin kundi rætta eina hjálpandi hond, og fleiri enn 4.000 sjálvbodnir tímar eru lagdir í nýggju dansihøllina.
Av teimum um 400 limunum hava 120 verið aktivir gjøgnum veturin, og veitslan saman við fimm øðrum dansifedløgum í kvøld er teimum væl unt.
Sí annars myndarøð