Dansifrøði kókaði

Tað vóru skotar, sum vunnu festligu upphitingina í Dansifrøði í kvøld, og tískil er at vóna, at tað verða Føroyar, sum fara at vinna úti á Tórsvølli.

 

Sagt verður úr Dansifrøði, at har hevur verið rættiligt lív í seinnapartin í dag, nú hitað hevur verið upp til spennandi landsdystin í kvøld millum Føroyar og Skotland. 

 

Hýrurin hevur verið sera góður, og skotar eru kendir sum góðir og hugnaligir fjepparar. Tað hevur verið stuttligt at sæð bæði føroysk og skotsk viðhaldsfólk hugnað sær saman.

 

Her hevur verið andlitsmáling, har fjepparar hjá báðum tjóðum hava latið seg málað, og dúgliga hevur verið gingið til diskarnar at leska sær við onkrum góðum. 

 

Tað er Javni, sum hevur skipað fyri upphitingini og ágóðin av søluni, sum hevur verið seinnapartin, fer til felagið, sum skotar eisini hava lívgað við góðari peningagávu.

 

##med2##

 

Úr Dansifrøði verður sagt, at rættiligt lív kom í skotsku fjeppararnar, tá Jens Marni Hansen trein á pallin og fór at spæla írskan fólkatónleik - og hølini kókaðu, tá hann spældi og sang sangin - I'm sailing - hjá Rod Steward. 

 

- Fjepparar hjá báðum tjóðum sungu við, og lagið var fantastiskt. Nú eru fjepparar og áskoðarar annars farin at leita sær út á Tórsvøll til landsdystin, sum byrjar nú klokkan 19.45.

 

Áskoðari, sum In.fo hevur skift orð við í Dansifrøði í kvøld, sigur, at tað vóru skotar, sum vunnu festligu upphitingina í Dansifrøði, og tískil er at vóna, at tað verða Føroyar, sum vinna úti á Tórsvølli.

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

Allir aldursbólkar - børn, ung og tilkomin - vóru í Dansifrøði til upphiting í kvøld.