Dansistevna fyri ung

Ung, við áhuga fyri føroyskum dansi, skipa komandi vikuskiftið fyri dansistevnu fyri ung í studentaskúlanum í Havn

Seinasta vikuskiftið í hesum mánaðinum - 30. januar - 1. februar - verðåur dansistevna fyri ung.

Hetta er eitt tiltaks, um nøkur ungfólk, sumhava áhuga fyri føroysum dansi, hava tikið stig til. Tey halda, at alt ov lítið verður gjørt fyri tey ungu, tá tað kemur til føroyskan dans. Tískil hava tey sjálv skipað fyri at geva øllum ungum millum 15 og 25 ár høvi at møta øðrum ungum, ið hava sama áhuga.

Hetta vikuskiftið verður prátað um dansin og høvi verður at seta spurningar til luttakandi røðarar, eins og farið verður upp á gólv bæði kvøldini.

Slái Ring hevur hjálp teimum ungu við tí fíggjarliga, so bygdafólkið fær ferðagjøldini afturgoldin.

Tiltakið verður í Studentaskúlanum í Hoydølum, og har verður eisini gist.

Alt tiltakið við mati og innivisti kostar 150 krónur.

Fyriskipararnir siga, at øll eru hjartaliga vælkomin til eitt huganligt og minnisríkt vikuskiftið.

Áhugð kunnu ringja til:

Ragnheiður , 12418

Hjørdis, 10265

Turpin, 12115

Tey leggja afturat, at seinasta freist at tekna seg er í kvøld