Dansitónleikur á høgum støði

Fester Kester eitur danski dansibólkurin, sum spælir í Rex hetta vikuskiftið. Teir síggja kanska ikki so festligur út, men teir spæla reyvina úr buksunum og tað er altíð lívligt, tá ið Fester Kester er á skránni.

Teir, ið manna bólkin, eru allir útlærdir tónleikarar. Teir spæla breitt - alt frá donskum fólkavísum til R.E.M, frá Robbie Williams til Shubidua.