Danska arbeiðsloysið veksur

Arbeiðsloysið í Danmark veksur spakuliga. Eftir einari uppgerð gjørdust umleið 11.300 danir arbeiðsleysir í fjør. Tað merkir, at danska arbeiðsloysið liggur um 5,4 prosent. Fyri einum ári síðani var tað 5,0 prosent.
Donsku búskaparfrøðingarnir høvdu væntað, at arbeiðsloysið fór at veksa í fjør, og teir siga nú, at hendan gongdin fer at halda fram í hvussu er fyrra hálvár í ár, til gongd aftur kemur á heimsbúskapin.
Samstundis vísa búskaparfrøðingarnir á, at samanborið við onnur lond er arbeiðsloysið í Danmark framvegis lítið. At 5,4 prosent av arbeiðsmegini einki arbeiða hava er ikki nakar trupulleiki í sjálvum sær, siga búskaparfrøðingarnir, men teir halda tað kortini vera hugstoytt, um gongdin heldur fram ov leingi afturat. Veksandi arbeiðsloysi kann fáa fólk at brúka minni pengar, soleiðis at tann privata nýtslan steðgar upp, og tað kann so aftur elva til størri arbeiðsloysi, siga búskaparfrøðingarnir.