Joakim prinsur arbeiðir sum verjuattaché á donsku sendistovuni í París.  på den danske ambassade i Paris. Hann er í hesum starvi til á sumri í 2023, tá tað kann leingjast (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danska kongshúsið í stórari kreppu

Ikki síðani atfinningarnar hjá Heindriki prinsi í 2002 hevur danska kongshúsið verið í so stórari kreppu sum nú, metir kongshússerfrøðingur

 

Joakim prinsur arbeiðir sum verjuattaché á donsku sendistovuni í París.  på den danske ambassade i Paris. Hann er í hesum starvi til á sumri í 2023, tá tað kann leingjast (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Danska kongshúsið er í eini kreppu, sum ikki hevur verið størri, síðani Heindrikur prinsur í 2002 alment greiddi frá, at at hann kendi seg vrakaðan og settan til síðis. 

Tað sigur Lars Hovbakke Sørense, sum er søgufrøðingur og kongshússerfrøðingur, eftir at Joakim Prinsur við BT og Ekstrablaðið hevur funnist at avgerðini hjá drotningini um at taka prinsa- og prinsessuheitini frá børnum hansara.

– Tað er ógvuliga sjáldan, at ein limur úr kongshúsinum fer í miðlarnar við slíkum atfinningum. 

– Joakim prinsur finst at avgerðini hjá drotningini, og tað er ógvuliga óvanligt, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

Seinast slíkt hendi, var tá Heindrikur prinsur alment greiddi frá, at kendi seg vrakaðan og settan til viks.

Tað fekk kongshúsið at kalla til tíðindafund, og tað sama metir Lars Hovbakke Sørensen nú fer at henda.

– Eg kann væl ímynda mær, at drotningin fer at siga eitt sindur meira, tí tað er ikki ein haldbar støða, at limir í kongshúsinum kjakast í almenninginum, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

Avgerðin um, at tey fýra børnini framyvir skulu hava heitini greivar og komtessur, varð almannakunngjørd í gjár. Sambært kongshúsinum hevur Joakim prinsur kent avgerðina síðani mai.

Við BT sigur prinsurin, at tann ætlanin, sum hann fekk at vita um í mai, hevði við sær, at børnini kundu varðveita heitini sum prinsar og prinsessur, til tey fyltu 25 ár.

Hann sigur samstundis við BT, at børnini eru ógvuliga hørm um hetta.

Mikudagin var tað Alexandra greivinda, sum fanst at avgerðini, sum eisini er sera sjálsamt, sigur siger Lars Hovbakke Sørensen.

Men tó ikki í sama mun, tá hon ikki er limur í kongshúsinum.

– Við atfinningunum hjá Joakim prinsi er støðan ein heilt onnur, tí hann er limur í kongshúsinum, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

Joakim prinsur hevur seinasta árið búð í París, har hann arbeiðir á donsku sendistovuni sum verjuattaché. Hann er í hesum starvi til á sumri í 2023, tá tað kann leingjast.

Avgerðin hjá drotningini fer kanska at fáa hann at umhugsa framtíðina, metir Lars Hovbakke Sørensen.

– Hann kann kenna seg so stoyttan vegna børnini, at hann ger sær sínar hugsanir. Tað kann ikki útilokast, at hann tekur avgerði út frá tí, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

/ritzau/

 

 

 

Joakim prinsur arbeiðir sum verjuattaché á donsku sendistovuni í París.  på den danske ambassade i Paris. Hann er í hesum starvi til á sumri í 2023, tá tað kann leingjast (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix