Tað endaði við skotbardaga, tá nakrir rúsevnasmuglarar royndu at flýggja undan løgregluni í Ålbæk Havn í Norðurjyllandi um níggjutíðina í gjárkvøldið.
Ein av smuglarunum varð raktur so meint, at hann doyði, ein annar varð særdur. Tann triði bleiv tikin. Ein av løgreglumonnunum varð illa særdur, men hann er ikki í lívsvanda.
Ålbæk Havn er ímillum Skagen og Frederikshavn.