Tað er ikki bara ein donsk drotning, sum vitjar í Føroyum í 2015. Tí longu leygarkvøldið 7. mars vitjar danska poppdrotningin, Medina, í dansistaðnum við tí royala navninum REX.
Tá Medina varð kunngjørd á Voxbotn í 2012, seldi hon 1.000 atgongumerki upp á ein tíma, og áðrenn eitt samdøgur var farið, vóru 2.000 atgongumerki seld.
Tí er tað einki minnið enn eitt scoop hjá REX, at hon kemur har at spæla. Ein drotningavitjan er jú heldur ikki á hvørjum degi, hvørki hjá Margrethu ella poppdrotningini Medinu.
Men sambært fyriskiparunum er tað ikki eitt scoop, ið er komið av sær sjálvum. Rúni Djurhuus sigur, at teir hava arbeitt við at fáa hana aftur, líka síðani hon var á Voxbotn, og at tað nú endiliga er eydnast.
Medina gav í fjør tvær útgávur út EP’ina »Arrogant« og konsertplátuna »Tæt på - Live«, og hevur líka síðan fyrstu útgávuna í 2007 verið í toppinum av donskum tónleiki.
Seinastu árini hevur fokus verið á stóra útlandið, og eru hennara plátur útgivnar á enskum kring heimin.
Í USA kom fyrsta útgávan út í 2013, og staklagið »You & I« endaði ovast á Billboards Hot Dance Airplay hittlistanum.